S & K Felagið




Summarferia


Nú summari stendur fyri framan, so eru fleiri spurningar, sum stinga seg upp. 
Hvussu langa feriu hevur ein. Nær skal hon haldast o.a.
Sambart feriulógini, so hava øll í Føroyum rætt til 5 vikurs summarferiu. Tað er tað sama sum 25 arbeiðsdagar, tá ein ikki telur leygardagarnar uppí. Um ein telur leygardagarnar við, so hevur ein 30 arbeiðsdagar summarferiu.
Ein vinnur sær rætt til feriu frá 1.4 til 31.3 og ein heldur feriu millum 1.5. og 30.04.
Sambart feriulógini so skal ein hava 12% av A-inntøkuni í feriuløn. Hettar kann gerast við, at arbeiðsgevarin flytir 12% í feriugrunn hvørja fer lønin verður flutt. So rindar TAKS feriulønina út fyrst í mai. So eru tað nøkur sum halda feriu við løn. 5 vikur við løn svarar til 10,5% av A-inntøkuni. Tí fáa tey sum hava feriu við løn eitt feriuískoyti á 1,5%. 
Ferian skal avtalast saman við arbeiðsgevaranum. 
Um ein S&K limur ynskir sær feriu útyvir tær 5 vikurnar, so hevur viðkomandi møguleika, sambart sáttmálanum millum S&K og FAG, at keypa sær eyka feriu. Hendan eyka feria skal eisini avtalast við arbeiðsgevara.

Góða summarferia øll somul.