S & K Felagið

Reglugerð fyri lokaupphæddsgrunnin

  

Viðtøkur fyri lokaupphæddsgrunn hjá S & K felagnum

 

§ 1

Navn og heimstaður

 

Navn grunsins er Lokaupphæddsgrunnurin hjá S & K felagnum. Heimstaður grunsins er Tórshavn.

§ 2

Endamál

Endamál grunsins er at tekna lokaupphæddstrygging, ella líknandi trygging fyri limirnar hjá S & K felagnum.

§ 3

Limir

Stk. 1.        Limir í S & K felagnum sum lúka fylgjandi krøv, eru fevndir av lokaupphæddstryggingini hjá S & K felagnum:                      

 

a)      Limir, ið rinda 2 % tó maks 350,00 kr. av lønini í limagjald, og 2 %  tó maks 350,00 kr. av lønini í lívstryggingargrunnin hjá S & K felagnum.

b)      Limir, ið eru lærlingar og sum rinda 60,00 kr. í limagjaldið til S & K felagið og 60,00 kr. í lívstryggingargrunnin hjá S & K felagnum.

c)      limir, ið eru farnir í barnsburðafarðloyvið og rinda 60 kr. í limagjaldið til S & K felagið, um mánaðin. Tó í mesta lagið í 1 ár. Eftir 1 ár er §3 stk. 1 punkt e galdandið

d)     Limir ið eru í ALS skipanini og ALS flytir limagjaldið á 2 % um mánaðin.

e)      Limir ið eru uttan arbeiði og ikki hava rætt til útgjald úr ALS, ella í arbeiði sum ikki gevur njótandi rætt úr lívstrygginarskipanini hjá S & K, kunna rinda 250,00 kr. um mánaðin í limagjaldið og verða njótandi limir í lívstryggingarskipanini, tó ikki avlamnistryggingina. 

f)       Tryggingin fellur burtur sama dag, sum limurin fyllur 67 ár.

 

Stk. 2 .a)    Kravið fyri at fáa lokaupphædd útgoldnað er, at viðkomandi limur hevur verið limur íalt 15 ár samanlagt og tey seinastu 10 árini samanhangandi innan limurin fyllir 67 ár.

b)      Limur hevur eisini møguleika, at fáa útgoldið lokaupphæddina, við fylta 60 ár.

tá er útgjaldið soleiðis.

60 ár 1/8 part av 97.000,00 kr.

61 ár 2/8 part av 97.000,00 kr.

62 ár 3/8 part av 97.000,00 kr.

63 ár 4/8 part av 97.000,00 kr.

64 ár 5/8 part av 97.000,00 kr.

65 ár 6/8 part av 97.000,00 kr.

66 ár 7/8 part av 97.000,00 kr.

67 ár 8/8 part av 97.000,00 kr.

óansæð nær ein ynskir at fáa útgoldið lokaupphæddina, er kravið, at ein hevur verið limur í minst 15 ár og tey seinastu 10 árini samanhangandi, innan útgjaldið av lokaupphæddini er møguligt. 

§ 4

Nevndin

Stk 1.         Nevndin og formaður er tann sama, sum mannar nevndina í S & K felagnum.

Stk. 2.        Nevndin er viðtøkuførð tá minst formaður og 2 nevndarlimir ella 4 nevndarlimar eru á fundi. Avgerðir verða tiknar við vanligum  atkvøðumeiriluta. Um atkvøðurnar standa á jøvnum, er formansins atkvøða avgerðandi og um formaðurin ikke er til staðar og tað stendur á jøvnum fellur broytingaruppskotið.


§ 5

Ársaðalfundur og eykaaðalfundur

Aðalfundur og eykaaðalfundur fylgir reglunum hjá S & K felagnum og verður hildin saman við aðalfundinum hjá S & K felagnum


§ 6

Arbeiði nevndarinar

Stk. 1.        Nevndin hevur yvirskipaðu leiðslu grunnsins um hendi, samsvarandi hesum lógum, og lógum hjá S & K felagnum. Nevndin tekur avgerð um hvussu umsiting grunsins skal fara fram.

Stk. 2.        Nevndin skal síggja til, at bókingar og ognarumsiting grunnsins fara fram og at nøktandi eftirlit er við hesum virksemi.

Stk. 3.        Nevndarformaðurin skal síggja til, at nevndin hevur fund, tá hettar er neyðugt. Í minsta lagi skal nevndin møtast einaferð um ári.

Stk. 4.        Tað skal førðast gerðabók, yvir fundir í lokaupphæddsgrunninum.

Stk. 5.        Nevndin fær samsýning eftir reglugerðunum um fundarpening hjá S & K felagnum.


§ 7

Ársroknskapur og grannskoðan

Stk. 1.        Roknskapur grunsins er kalendaraárið. Roknskapurin, sum javna, úrslitauppgerð  og frágreiðing, verður settur upp sambært ásetingarnar í galdandi lóggávu.

Stk. 2.        Ársroknskapinum skal skrivast undir av nevndini, umframt við átekning av grannskoðarnum. Ársroknskapurin verður lagdur fram á aðalfundinum hjá S & K felagnum, sum eisini er hægsti mynduleiki hjá lívstryggingargrunninum.

Stk. 3.        Roknskapur grunsins verður grannskoðaður av grannskoðaranum hjá S & K felagnum.

Stk. 4.        Roknskapurin verður framlagdur til góðkenningar á aðalfundinum hjá S & K felagnum, sum eisini er hægsti mynduleiki hjá lokaupphæddsgrunninum hjá S & K felagnum.


§ 8

Lokaupphæddsgrunnsins ognir og umsiting av ognum

Stk. 1.        Inntøkur grunsins fevna frá lívstryggingargrunninum hjá S & K felagnum, rentur, vinningsbýti v.m. av innskoti.

Stk. 2.        Fæ grunsins kann ikki nýtast til annað endamál enn til útgjald av lokaupphædd ella líknandi trygging av liminum hjá S & K felagnum.

Stk. 3.        Lokapupphæddsgrunnurin skal á hvørjum ári seta pengar av, soleiðis, at hesin altíð er gjaldførður.

Stk. 4.        Fæið skal umsitast við tí endamálið, at fáa mest møguligan vinning, nøktandi trygd og vaksa um realvirði grunsins. Tá støða skal takast til hvussu fæ grunsins skal umsitast, skulu bert takast saklig handislig atlit.

 Stk. 5.        Endamálið við at vaksa um fæ grunsins er, at tryggja, at veitingarnar úr grunninum kunna hækkast hvørt ár.

§ 9

Veiting úr lokaupphæddsgrunninum

Stk. 1.        upphæddin er pr. 1. januar 2013 kr. 97.000,00   

Stk. 2.        Upphæddin verður útgolin eftir samstarvsavtalu millum Føroya lívstrygging og S & K felagið.


§ 10

Viðtøkubroytingar

Stk. 1.        Avgerð um broyting av viðtøkunum í § 3 og § 9 , verður tikin á vanligum nevndarfundi. Avgerðin er bert gyldug, um so er, at formaðurin og minst 3 nevnarlimir eru møttir á fundi og minst  4 av nevndarlimunum eru fyri broytingini.

Stk. 2.        Avgerð um broyting av øllum hinum viðtøkunum, verða tiknar á aðalfundi felagsins og eru bert galdandi um 2/3 av greiddum atkvøðum eru fyri.


§ 11

Avtøka av lokaupphæddsgrunninum

                 Avgerð um avtøku av lokaupphæddsgrunninum, kann bert takast á aðalafundinum, um so er, at 2/3 av greiddum atkvøðum eru fyri uppskotinum. Ognirnar hjá grunninum verða tá latnar til Lívstryggingargrunnin hjá S & K felagnum.


§ 12

Gildiskoma

                  Hesar viðtøkur eru samtyktar á stovnandi nevndarfundið tann 28.11.2006 og eru galdandi frá 1. januar 2007

                  Seinast broytar á nevndarfundi 15.11.2007

                  Henda reglugerð er staðfest á aðalfundi 16.2.2008

                  Upphæddin er broytt á nevndarfundi 30. okt. 2008

                  Upphæddin er broytt á nevndarfundi nov. 2009

                  Upphæddin er broytt á nevndarfundi nov. 2010

                  Upphæddin er broytt á nevndarfundi nov. 2011

                  Upphæddin er broytt á nevndarfundi nov. 2012

                  Viðtøkur broyttar á nevndarfundi 24 januar 2013

                  Nevndin

Pætur Niclsen–Poula Gaardbo- Emy Sólvitsdóttir–Eyðgerð Jónhardsdóttir– Sunrid Johannesen