S & K Felagið




Verjið tey sum arbeiða


Verjið tey sum arbeiða

Starvsfólk, sum eru til arbeiðis, kenna seg ótrygg, tí nógv viðskiftafólk taka ikki tilmælini frá heilsumynduleikunum í álvara. 
Tað er sera umráðandi, at øll virða tilmælini og verja hvønn annan.

S&K felagið vil heita á øll í Føroyum um at taka tilmælini hjá heilsumynduleikunum um COVID-19 í allarstørsta álvara.

Tíverri hoyra vit frá starvsfólkum í handlum, at tey kenna seg ótrygg av summum  viðskiftafólkum, tí hesi gera gjøldur burtur úr 
tilmælunum hjá heilsumynduleikunum. Eisini frættist um fólk, sum fara til handils, hóast tey eru í sóttarhaldi. 

Tað er sera umráðandi, at vit øll gera okkara ítarsta at verja hesi fólkini, sum veita beinleiðis tænastur til okkum borgarar- handilsdrongin, kassadamuna, reingerðarfólkið, flogternuna og øll hini, sum syrgja fyri at vit fáa neyðugu vørurnar og tænasturnar.

Við at fylgja vegleiðingunum hjá heilsumynduleikunum um sóttarhald, reinføri og frástøðu verja við hvønn annan.

Á heimasíðuni https://corona.fo finnur tú tilmælini hjá heilsumynduleikunum.