S & K Felagið

Tryggingareftirlitið hevur góðkent fakfeløgini sum ognarar av Føroya Lívstrygging


Tryggingareftirlitið hevur sent skriv til okkum um at fakfeløgini eru góðkend sum ognarar av Føroya Lívstrygging.
Eitt langt arbeiði er nú endiliga komi a mál. Eitt arbeiði í byrjaði fyri yvir 4 árum síðan.
Endaligi yvirtøkudagurin er settur til at verða 1 septembur 2016.
Hettar eru stór tíðindi fyri okkum og føroysku fakfelagsrørsluna. Hettar er ein søguligur varði ið kemur at standa sum ein sólskinssøga fyri fakfeløgini ið tøku stig til at gera hettar møguligt.
At fakfeløgini koma at standa sum ognarar av Føroya Lívstrygging, kemur at koma øllum teimum ið hava eftirlønar uppsparing í Føroya Lívstrygging tilgóðar. Ikki bara fakfelagslimunum, men øllum í hava uppsparing í Føroya Lívstrygging.
Eg vil ynskja okkum øllum tillukku við hesari fráboðan.