S & K Felagið

Tíðindafundur um útgávu av bókini Les og Lær í Føroyum

Samkoma í samband við bókaútgávu - Les & Lær í Føroyum
S&K felagið og Føroya Ungdómsráð bjóða til samkomu í samband við útgávu av bókini Les & Lær í Føroyum. 
Bókin lýsir útbúgvingar í Føroyum og er ætlað bæði ungum, sum tilkomnum, ið leita sær á útbúgvingarleið. At velja sær útbúgvingarleið er í flestu førum torført og í øllum førum avgerandi fyri framtíðina hjá tí einstaka. 
Tað er eingin ivi um, at tað eru fleiri útbúgvingarmøguleikar í Føroyum enn fólk flest geva sær far um og vilja vit við bókini, at tað skal vera lættari og greiðari at leita sær kunning um teir møguleikar, sum eru í dag í Føroyum. 
Samkoman verður týsdagin 27. aug. 2013 kl. 11 í hølunum hjá S & K felagnum Traðavegur 20.

Skráin er hendan:

Rói Poulsen, formaður í FUR
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum
Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum
Helena Dam á Neystabø, stjóri á Føroya Handilsskúla og forkvinna í mentamálanevndini í Tórshavnar Kommunu.

Ludvík á Brekku, lærara lesandi á Setrinum lesur upp eina stuttsøgu um ein ungum mann, sum hevur valt at lesa og búgv í Føroyum.
Uni Holm Johannesen, lesandi á Setrinum í Stjórnmálafrøði hugleiður um tað at lesa í Føroyum.
Vælkomin til samkomuna - høvi verður eisini at fáa bókina og eitt lættari ábit.