S & K Felagið




Setanarskriv

 Tá í tú fert í nýtt starv, sum varar meir enn 1 mánaða, og sum í miðal er meira enn 8 tímar um vikuna skalt tú sambart lóg hava setanarskriv frá arbeiðsgevaranum. 

Í einum setanarskrivið skal upplýsast hettar:

Navn og bústaður hjá løntakara og arbeiðsgevara.
Nær starvssetanin byrjar.
Starvstaðið.
Arbeiðstíð.
Starvsøki.
Starvsaldur.
Hvør sáttmáli er galdandi. (sáttmálin millum S&K og FAG)
Hvørjum fakfelag tú er í. (S&K felagnum)
Løn.
Eftirløn.
Nær løn verður útgoldin.
Feria og feriupengar.
Møguligar aðrar avtalur í samband við starvssetanina.

Arbeiðsgevarin hevur sambart lóg skyldu at geva tær setanarbræv, sum inniheldur omanfyrinevndu viðurskifti.