S & K Felagið

Samkoma var í dag í S&K í samaband við at bóklingurin Les & Lær í Føroyum er komin út át fyrsta sinni.


Samkoma var í dag í húsinum hjá S & K felagnum, í samband við at bóklingurin Les & Lær í Føroyum er komin út á fyrsta sinni.
S & K felagið var stigtakari til at fáa henda bóklingin gjørdan. FUR hevur staðið fyri tí praktiska arbeiðinum og hevur so fingið eina samsýning fyri sítt arbeiði.
Nú henda fyrsta útgávan er gjørd, er at tryggja framhaldandi rakstur av hesum tíðandi bóklingi og tað eru nógvir jaligir viðmerkingar um tað frá ymiskum partur, baði alment og privat.
Meiningin er eisini at fáa eina heimasíðu gjørda, sum kann dagførast alla tíðina, við nýggjum útbúgvingar møguleikum og broytingum av teimum verandi.


Her røðan sum Uni Holm Johannesen helt á samkomuni:

Eina dagin kom tiltiknað Facebook-ljóðið frá hátalaranum við telduna í mínum kamari í kjallaranum hjá mammu.
Hjørdis Gaard vildi vita, um eg tímdi at hava eina framløgu her í dag, og so skuldi eg svara altavgerandi spurninginum: hví lesur tú í Føroyum?
Og tað er altso ein spurningur, sum eg havi svarað ofta, síðan eg fór undir at lesa stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetrinum fyri tveimum árum síðani.
Bæði um summarið og á jólum, tá javnaldrarnir eru heima nakrar vikur, skal eg standa til svars og svara spurninginum, oftast við niðurlátandi tóna: Altso, HVÍ lesur tú í Føroyum?
Sama, um eg standi uttan fyri Hvonn, í roykirúminum í Rex ella við barrdiskin í Café Natúr.
Eg fái ofta ta fatanina, at mínir javnaldrar halda, at eg eri farin ímóti rákinum, tí Fróðskaparsetur Føroya stendur á mínum lestrarkorti.
Verjurøðuna um, hví tú lesur í Føroyum, lærir tú skjótt uttanat. Nei, Føroyar stinka ikki. Her trýtur ikki við avbjóðingum. Her er ikki so konservativt, sum tit lata til. Tað er gevandi at lesa um sín egna stað og læra um sítt egna umhvørvi - og so víðari.
Og tá er tað, at tey trýsta sitrónina:
“Jamen, lesa tit so eisini Adorno og Horkheimer í Føroyum?”
"
Ja, vit lesa eisini Adorno og Horkheimer í Føroyum.”
“Jamen, lesa tit so eisini Ludwig Wittgenstein í Føroyum?”
“Ja, góði útiseti, vit lesa eisini Ludwig Wittgenstein í Føroyum.”
Tað eru alskyns orsøkir til, at eg fór at lesa á Fróðskaparsetrinum.
Eg havi altíð verið meira ella minni tilvitaður um, at eg fari at búgva í Føroyum í framtíðini. At brúka mína orku og royna at byggja okkurt upp í Danmark ella aðrastaðni gevur onga meining hjá mær. Eg vil ikki ávirka og broyta danska samfelagið. Í longdini sigur tað mær einki. Eg vil ávirka og broyta tað føroyska samfelagið.
Av somu orsøk vil eg ikki lesa um landbúnaðarpolitikkin hjá ES og taka støði í grísunum í Danmark.
Tað er munandi meira gevandi at lesa um sítt egna samfelag. Heldur enn at skriva uppgávur um danskan kommunalreform, danskan innflytarapolitikk og danska bankakervið, lesi og skrivi eg um samfelagið, eg sjálvur búgvi í. Hesi bæði árini havi eg millum annað skriva uppgávur um politiska projektið Framsókn, eg havi skrivað uppgávu um fýra av teimum, sum eru ættleidd  til Føroya, eg havi kannað, hvørji átøk skulu gerast fyri at fáa ung at støðast í Føroyum og eg havi gjørt eina støðulýsing av føroysku dagbløðunum, Dimmalætting og Sosialinum.
Eg keði meg ikki í Føroyum. Eg eri so heppin at kunna arbeiða í fjølmiðlunum, meðan eg eri lesandi. Eg spæli fótbólt, eg eri til fyrilestrar, og eg eri til konsertir.
Fyri meg eru Føroyar tað, eg sjálvur geri tað til.
Eg billi mær inn, at tað, at eg trívist og havi ríkiligt at fáa tíðina at ganga við í Føroyum, ger eisini, at eg havi ikki tann útlonguslin, sum nógv práta um. Eg kann dyrka tað mesta av tí, mær dámar, her.
Eg dugi væl at síggja fyrimunirnar við at búgva og virka í øðrum landi við øðrvísi mentan eitt tíðarskeið. Um eitt ár eri eg 24 ár og bacchelor í stjórnmálafrøði, um alt gongur, sum tað skal. Tað er ikki soleiðis, at lívið er spilt tá. 
--------
Alt er kortini ikki ljósareytt. Og tað langt frá.
Vit hava varhugan av, at Fróðskaparsetrið sjálvt er sera illa skipað í mongum førum. Óneyðugar barnasjúkur eru við til at troytta fleiri av okkum næmingum.
Tað tykist ofta sum, at vit lesa ikki undir skipaðum viðurskiftum.
Eg tosi fyri flestu næmingarnar, tá eg sigi, at kunningin er oftast vánalig, og tað gongur ofta strilti við at leggja til rættis. Eitt dømi úr rúgvuni er, at í síðstu viku høvdu fleiri enn ikki fult yvirlit yvir, hvussu skúlagongdin verður í heyst. Og hetta er ikki fyrstu ferð.
 Til samanberingar kann nevnast, at ein næmingur á Setrinum, sum fer at lesa í Nuuk næstu mánaðirnar, fekk sítt yvirlit tann 23. juli. 
Eitt annað dømi er, at fleiri teirra, sum skrivaðu høvuðsuppgávu í vár, fingu ikki ein vegleiðara fyrr enn í síðstu løtu.
Trupulleikin er ikki nýggjur á Fróðskaparsetrinum. Sum ein segði: “Man-tað-bila-nakað” er tann føroyski tjóðsangurin, og tað er harmiligt, at mest sum øll syngja í kór. Og eg ivist í, um orsøkin bara er manglandi pengar.
Eg veit um føroyingar í Danmark, sum hava roynt at tikið eitt semester her í Føroyum. Tað ber illa til.
Tað er púrasta vónleyst hjá flestu næmingunum at búgva fyri seg sjálvi. Tað er høpisleyst at leiga í Havn við verandi lestrarstuðli. Úrslitið er, at eg búgvi enn í kjallaranum hjá mammu og babba.
Her er einki blómandi lestrarlív. Við allari virðing fyri teimum meira tilkomnu, eru vit ov fá í mínum árgangi, sum lesa á Fróðskaparsetrinum. Misskil ikki, mær dámar væl samansetingina av yngri og eldri, og tit kunna ætla, at eg havi lurtað við andakt, tá Annita á Fríðriksmørk, Jónheðin Tróndheim og Ole Wich hava tikið orðið í tímunum. Men javnvágin er ikki nóg góð. 
Aldurssamansetingin, vantandi hølisviðurskiftini og fáu útbúgvingartilboðini gera, at Havnin sum lestrarbýur er ikki serliga innbjóðandi fyri tey flestu.
Hópflýggjanin úr Føroyum merkist nú av álvara hjá mær.  Mín vinarbólkur er spjaddur. Flestu vinfólkini floyma nú úr Føroyum, tí møguleikarnir at útbúgva seg eru ov avmarkaðir. Tey eru í Danmark, Onglandi, Svøríki og Póllandi ella arbeiða teir í Norra.
Næmingarnir á Fróðskaparsetrinum verða brúktir ov lítið. Stórur tørvur er á lestrarstørvum, so næmingarnir kunnu knýta útbúgvingina til arbeiði. Fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale brúkar mong av teimum føroysku lesandi í sínum arbeiði.
Alt skal kortini ikki seyra niður, næmingar skulu sanniliga eisini taka intiativ sjálvir. Batar eru á økinum, men ynskiligt hevði verið við fleiri slíkum størvum. Fólk trívast jú har, tey eru virkin.
Prátið á Gamla Apoteki um fólkafráflyting snýr seg mest um útisetarnar, ikki um okkum í Føroyum. Eitt dømi er flogferðaprísirnir. Prísirnir skulu lækka, so útisetarnir sleppa heim til Føroya at vitja. Tað er eisini í lagi. Men prísirnir skulu eisini lækka, so vit í Føroyum sleppa til Keypmannahavnar ella London eitt vikuskifti at vitja. Vit kenna okkum ofta gloymd í orðaskiftinum, tí samfelagið skal gera alt fyri hini, ikki fyri okkum.
-------
Tað er eingin ivi um, at útbúgvingin er sterkasta amboðið í stríðnum móti exit Føroyar.
At lata standa til er eingin loysn. Samfelagið skal liva víðari eftir okkara tíð.
Ungdómurin er oftast tann árgangurin, sum tekur tað ókenda til sín og brýtur upp úr nýggjum. Tað eru hesi fólkini, vit útflyta.
Ungdómsmentanin vísir vanliga, hvat verður vanligt í framtíðini. Eg vil ikki spáa um, hvat hendir, um einki verður gjørt. Vónandi verður henda støðan ikki vanlig í framtíðini.
Kappingin er beinhørð. Tí harmar tað meg og fleiri av okkum ómetaliga nógv, at løgmaður vil brádliga hækka hallið á fíggjarlógini við 150 milliónum krónum, tí ein Sandoyartunnil skal borast.
Ein heildarætlan um fólkafráflyting kom altso í fjør. Tá bar lítið og einki til. Vit noyðast at hugsa longur enn til Sands og um løtuvinningar.
Ein av okkara mætastu tónleikarum, Teitur Lassen, er fluttur heim, nú hann hevur gjørt vart við seg í Evropa, USA og Kanada. Nú hevur hann givið út nýggja fløgu, sum er innspæld í Føroyum. Hann segði við Sosialin í vikuskiftinum, at:
“Eg havi kanska verið í so snobbutur. Eg hevði fingið eina mynd av, at tað ber ikki til at spæla tónleik og arbeiða í Føroyum. Eg havi gjørt hesa fløguna við føroyskum tónleikarum, og úrslitið er tað sama, um ikki betri.”
Føroyingar í Føroyum eru ikki afturúrsigldir. Heldur ikki, tá tú lesur á Fróðskaparsetrinum. Tað ræður um at fáa tann boðskapin út, tí nógvir føroyingar fara í onnur lond við tí í huganum, at lítið og einki ber til á oyggjunum.
Føroyar eru eitt avbjóðandi stað fyri meg. Men eg veit, at tað krevur nógv, um tað skal vera galdandi fyri øll. Tað hava mongu prátini uttanfyri Hvonn, í roykirúminum í Rex og við barrdiskin í Café Natúr væl og virðiliga staðfest.
Tað er mín allarstørsta vón, at tey, sum eru í somu støðu sum eg, sleppa undan at verja avgerðina at lesa í Føroyum.
Latið okkum gera tað so, at hini skulu verja avgerðina, at tey fara aðrastaðni at lesa.
Tað loysir seg at fáa fólk at lesa og festa røtur í Føroyum. Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning hevur staðfest í kanning, at 9 av 10, sum hava lisið á Fróðskaparsetrinum, koma aftur til Føroya. 
Fari at enda lesturin við orðunum hjá lestrarvininum á Setrinum seinastu tvey árini, Halli av Rana, sum fekk bacchelorprógv í summar. Hann fer nú til bretska universitetsbýin Durham. Hann skrivar á Facebook, at:
Sjáldan hevur verið so tungt at fara frá hesum oyggjum. Hugurin er als ikki til staðar, men tíverri eru útbúgvingarmøguleikarnir á oyggjunum ov avmarkaðir. Eitt er kortini púra vist: Eg komi aftur.
Beint nú gleði eg meg bara til jólar, tá hann og øll hini koma heimaftur at vitja.

Takk fyri.

 



Her er røðan sum Helena Dam á Neystabø helt á samkomuni.

Les og lær í Føroyum 27.august 2013

Fyrst fari eg at takka fyri, at heitt varð á meg at siga nøkur á á hesari bókaframløgu. Og ein tøkk til tykkum í FUR, sum hava tikið stig til bókina “Les og lær í Føroyum” og til partarnar á arbeiðsmarknaðinum, sum hava sýnt vilja at fíggja útgávuna. Eitt fyrimyndarligt samstarv. 
Vantandi fólkavøkstur og útflutningur av okkara unga fólki er ikki bara ein av okkara allar størstu avbjóðingum, tað er tann størsta avbjóðingin. Ein árgangur av ungum fólki telur í Føroyum uml. 700.
T.m. at í hvussu so er 700  ungfólk  - ofta fleiri- skulu á hvørjum ári gera av, hvørja yrkisleið tey ynskja at velja sær. 
Tað eru ikki so nógv ár síðani, at ein stórur partur av einum ungdómsárgangi ikki miðaði beint eftir at fara undir eina útbúgving, og tá vóru helst eisini fleiri møguleikar at fáa ófaklært arbeiði innan ymsar vinnur.  Men í dag er støðan broytt. Tað er í dag ein sannroynd, at tað er neyðugt hjá teimum flestu at fáa sær eina útbúgving, um man vil tryggja sær møguleikan fyri at fáa eitt fast arbeiði og eina rímiliga ella eina góða løn.
Eisini samfelagsmenningin hevur brúk fyri, at fólkið  er so væl útbúgvið sum møguligt.
Vinna, vitan og vøkstur treyta hvørt annað.  

Hægri útbúgvingar og aðrar útbúgvingar
Men  kanska hava vit seinnu árini haft lyndi til at raðfesta og umrøða tær akademisku útbúgvingarnar á ein hátt, so at vitanin og kunningin um aðrar útbúgivingarleiðir hevur lyndi til at kámast.   
Eg teljist so sanniliga millum teirra, sum fegnist um, at vit í dag, bert fá ár eftir at vit av álvara fóru at raðfesta hægri útbúgvingar, kunnu staðfesta, at nú taka vit lesandi inn á at kalla øllum megindeildum á Setrinum á hvørjum ári. 
Eg havi sjálv barst við hond og fót fyri, at hetta skuldi gerast ein veuleiki. Og eg vóni framhaldandi, at vit fara at megna at fjøltátta útboðið av hægri útbúgvingum  uppaftur meira. Innan búskap, business og handilsskap,  mál, list, innovatión osfr. Og ikki minst at lestur, gransking, vinnumenning og samfelagsmenning koma at ganga hond í hond. 
Eg eri harafturat sannførd um, at akademisku útbúgvingarnar eiga vit at samstarva neyvt um við onnur lond. Vit eru kappingarfør á fleiri økjum. Men her er eisini neyðugt við altjóða samstarvi, við fjarlesti, við samlestri, við samansettum prógvum.  

Góða og klókar hendur
Og so mugu vit ikki gloyma at branda og menna tað stóra útboðið av styttri og meðallongum framhaldsútbúgvingum, sum bæði  vinnan og tað almenna hevur so risastóran tørv á,  at branda og kunna um longu røðina av yrkisútbúgvingum, miðámsskúlaútbúgvingum,  lærlingaútbúgivingum,  handverkaraútbúgvingum,  ískoytisútbúgvingum, akademiútbúgvingum og diplomútbúgvingum, osfr. Útbúgvingar sum verða smíðaðar eftir leistinum um lívlanga læring. Útbúgvingar, sum vit hava møguleika fyri at taka í fullari longd í Føroyum. 
Og røðin av tilboðum kundi saktans veri væl longri. Hóast bókin sum í dag kemur út prógvar, at nógv er at velja ímillum. 
Føroyar eru framvegis ein veiðutjóð sum byggir á rávørufamleiðandi búskap, og vit hava brúk fyri,  at eisini tað unga fólkið hevur hug at taka við innan hesar vinnur, og at tað alla tíðina ber til at førleikamenna seg til at virka í vinnuni og í ymsum liðum á arbeiðsmarknaðinum. 
Og ikki at gloyma allar tær kreativu vinnurnar, sum hava brúk fyri góðum og klókum hondum. 
Tað er at fegnast um, at FUR  hevur tikið stig til at savna saman kunningartilfar um allar hesar nógvu útbúgvingarmøguleikar, sum eru í Føroyum. Og at henda kunning fer at verða dagførd á heimasíðu gjørd til endamálið.

Hagtøl ið mugu broytast
Vit síggja í dag  eitt rák, har tað er tann akademiska kósin sum unga fólkið fjølgast um, tað er eitt stórt framstig, at so nógv ung fólk fáa eina holla lestrarfyrireikandi útbúgving bæði innan hugvísindi, náttúruvísindi og innan búskap og tøkni. Avbjóðinign er nú at hava góð og viðkomandi útbúgvingartilboð  til hesi ungu. Og at vit nóg tíðliga – eisini í fólkaskúlanum megna at kunna um hesar mongu møguleikar.
Í løtuni er lutfallið millum tey sum velja almennu gymnasialu utbúgivngarnar og aðrar gymnasialar miðnámsútbúgivngar helst ikki tað rætta – og tað er hugsandi at hetta rák økir um útflutningin av ungdómi okkara – og at tað minkar um áhugan fyri yrkis- og vinnurættaðum víðari og hægri útbúgvingum.
Sjálvandi skulu tey ungu leita sær út í heim at lesa og at læra. Men tey eiga eisini at verða væl kunnað um, at tað ber til at lesa og læra í Føroyum. Sum stjóri á einum miðnámsskúla í Føroyum, sum bjóðar bæði gymnasiala miðnámsútbúgiving, yrkisútbúgivng og hægri útbúgving út, so veit eg at møguleikarnir eru nógvir. Og at vit høvdu megnað uippaftur nógv meira, um næmingagrundarlagið bleiv eitt sindur størri. 
Av teimum, sum fara undir hægri lestur, eru tað framvegis uml. 60%,  sum lesa uttanlands, og bert umleið helvtin av teimum koma heimaftur til Føroya. Hetta er eisini ein høvuðsorsøk til, at fólkatalið í Føroyum minkar, og sum verri er at fólkatalssamansetingin er so út av lagi skeiv. Alt ov fá ung í mun til tilkomin og gomul. Hesi hagtøl mugu broytast. Broytast tey ikki, so eru útlitini fyri gongdini í samfelagnum vánalig. 
Útbúging er sjálvandi ikki einasta svarið – eisini via tilveruumstøðurnar nógv, eins væl og ferðakostnaðurin millum Føroyar og umheimin, 
Tí mega vit seta øll segl til at venda hesi gongd, og forða fyri framhaldandi “brain drain”.  Tað er nógv sum bendir á, at tann sum fær samband við annaðhvørt arbeiðsmarknaðin ella við útbúgvingarumhvørvið í Føroyum á ungum árum, og aftaná miðnámsútbúgving sína, er skjótari at velja Føroyar til, aftaná lokna útbúgving – eisini um partar av útbúgvingini var tikin uttanlands. 
Vit eiga ikki at læsa okkum í sjónarmiðnum, at øll skulu fáa sær útbúgving í Føroyum. Tvørturímóti skulu vit lata upp fyri, at so nógv sum møguligt ynskja at fáa sær eina útbúgving, annaðhvørt tað so er her heima, uttanlands ella bæði. 
Vit skulu gera tað møguligt at byrja at lesa í egnum landi, tí kanningar vísa, at tess seinni ungdómurin fer av landinum – eitt nú í lestrarørindum – tess størri eru sannlíkindini fyri, at tey hava hug at venda aftur.
Tess størri eru sannlíkindini, at tann einstaki sær, at Føroyar hava brúk fyri mær, og eg fyri Føroyum.

Vitan, vinna  og vøkstur ganga hond í hond
Tað er týdningarmikið, at tilknýtið millum vinnulívið og útbúgvingarstovnar okkara verður styrkt. Eisini tí er tað so gott at uppliva, at S og K, sum er eitt av stóru fakfeløgum okkara saman við Vinnuhúsinum hevur sýnt vilja at fígggja hesa verkætlanina hjá FUR at breiða út vitanina um okkara egnu mongu útbúgvingarmøguleikar.
Vit á Handilsskúlanum vóna, at tað skjótt fer at bera til at útbúgva seg í Føroyum innan business og marknaðarføring eins væl og innan íverksetan, mikro, makro og altjóða búskap og ferðavinnu mentanarvinnur. Og vit vóna, at hetta eru útbúgvingarmøguleikar, sum standa lýstir í næstu útgávu av bókini “Les og lær í Føroyum”.
Vit eru longu væl  umboðað í hesari útgávuni við bæði FHS-útbúgvngini, ymiskum lærligaútbúgvingum innan handil og skrivstovu, Búskaparbreytini, áhugaverdum akademi- og diplomútbúgvingum, HD-útbúgvingini, teldustøðingaútbúgving og skeiðsdepli.
Og vit ætla ikki at okkara lutur skal liggja eftir í tí stóru verkætlanini at gera tað áhugavert og spennandi at “lesa og at læra í Føroyum”.
Stóra tøkk skulu tit hava fyri tað. 

Helena Dam á Neystabø, stjóri á Føroya Handilsskúla

 


Her er røðan Marita Rasmussen helt á samkomuni

Útgáva av les og lær

Takk fyri høvið.

Vegna Føroya Arbeiðsgevarfelag vil eg ynskja okkum øllum tillukku við hesum átakinum. Vit fáa í dag framlagt eina væl úr hondum greiddan bókling, sum gevur okkum eitt samlað yvirlit yvir teir útbúgvingarmøguleikar, sum eru í Føroyum. Tað er gott!
Fyri eini tíð síðani vendi Pætur frá S&K sær til okkara, fyri at vit um vit vildu verða við til at stuðla eini savnan og útgávu yvir allar útbúgvingar, sum verða bjóðaðar út í Føroyum.  Tað vildu vit sjálvandi, tí vit meta, at hetta er eitt sera neyðugt átak.
Okkara ungdómur er okkara framtíð og er tað uppá hægstu tíð, at vit gera okkara ítarsta fyri at kunna ungdómin um teir møguleikar, sum eru í Føroyum innan útbúgvingarøkið. Tá tað kemur til útbúgving, so er tað soleiðis, at tær ymisku útbúgvingarnar kappast um tey lesandi og skulu vit standa okkum í kappingini um ungdómin so mugu vit marknaðarføra útbúgvingarnar, sum verða bjóðaðar fram í landinum.
Eg síggi hesa útgávuna sum eitt stig á leiðini. Eitt sera neyðugt stig, sum forpliktar okkum, sum varða av føroyska útbúgvingarverkinum og føroyska arbeiðsmarknaðinum at bera so í bandi, at hetta tilfarið alsamt verður dagført. Ikki bara dagført sum bóklingur, men eisini borðið fram á øðrum miðlum, sum ungdómurin í nógv størri mun enn vit brúka. 
Í dag fegnast vit um, at vit eru komin har til at tilfarið er savnað og tøkt hjá teimum, sum ætla sær undir útbúgving komandi tíðina. Næsta stigið verður so at fáa tilfarið tøk á øðrum miðlum og vil eg heita á allar partar um at virka við til, at hetta fer at lata seg gera.

Takk fyri




Fleiri myndir eru í okkara myndasavni frá hesari samkomu.