S & K Felagið

S & K og FAG samdust 29 apríl 2013 um nýggjan 2 ára sáttmála

Semja

millum

Føroya Arbeiðsgevarafelag

og

S & K

 

Feløgini eru samd um at leingja sáttmálan partanna millum til 1. mai 2015 við hesum broytingum:

1.       Lønin hækkar 1. mai 2013 1,11 %

   Lønin hækkar 1. mai 2014 1,89 %

2.       Í lønartalvuni verður lønarbólkur 2 styttur við trimum stigum, soleiðis at stig 5, stig 8 og stig 12 verður strikað.

3.       Í § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis: ”Hesin sáttmáli fevnur um kramba- og skrivstovufólk, klinikassistentar og annað tekniskt starvsfólk og arbeiði av líknandi slagi í Føroyum (í tí fylgjandi nevnd starvsfólk) umframt lærlingar á hesum øki. Tó hava lærlingar ikki rætt til at fara í verkfall.

4.       Í § 5 verður soljóðandi orðing sett inn sum nýtt stk. 2: ”Hálvir frídagar kunnu verða lagdir saman til heilar frídagar um semja er um hetta millum arbeiðsgevara og løntakara. Hetta merkir, at hesir heilu frídagar liggja á einum av teimum hálvu frídøgunum, meðan tann hálvi arbeiðsdagurin verður vanligur fullur arbeiðsdagur. Verður arbeitt á einum heilum samanløgdum arbeiðsdegi, verður hetta lønt sum vanligur arbeiðsdagur.

5.       Verandi § 7 verður stk. 2 strikað.

6.       Fyrsti setningur í § 10, stk. 1 verður strikaður.

7.       Í § 17, stk. 2 verður sett inn sum nýggjur setningur: “Fyri starvsfólk, sum ikki eru limir í S & K, verður frítíðarpeningur fluttur í almenna frítíðargrunnin.

8.       Í § 18 verður yvirskriftin broytt til ”Setanarprógv.

9.       Í § 21, stk. 1 og stk. 2 verður sett inn eftir 2 %: ”tó hægst 350 kr”. Eftir orðið ”útgoldin” verður sett ”Fyri lærlingar er hetta gjald 60 kr um mánaðin.

10.   Í § 21, stk. 4 verður sett eftir verandi orðing: ”Fyri tey, sum eru undir 18 ár, kann eftirlønargjaldið eftir avtalu millum arbeiðsgevara og løntakara verða goldið sum løn ella eftirløn. Verður tað goldið sum løn, er umrokningarfaktorurin 0,8.

11.   Í Álitisfólkaskipanini verður í § 4 tilvísingin til Føroya Arbeiðarafelag strikað.

12.   Í Álitisfólkaskipanini verður í § 5, sett nýtt stk. 3, sum er soljóðandi: ”Tá álitisfólk søkja um at sleppa á álitisfólkaskeið, skal arbeiðsgevari viðgera hesa umsókn við vælvild. Tó kann í mesta lagi verða søkt fyri 2 fólk annað hvørt ár frá sama arbeiðsgevara.

Tórshavn, 29. apríl 2013

Fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag                                                 Fyri S & K

Marita Rasmussen, samráðingarleiðari          Pætur Niclasen, formaður


               Høgni Hansen                                                                Eyðgerð Jonhardsdóttir, næstformaður 
                                                                                                          Palma Petersen
                                                                                                         
Poula Gaardbo
                                                                                                          Emy Sólvitsdóttir