S & K Felagið

S & K felagið á kunningartúr kring oyggjarnar.


Nevndin í S & K felagnum er í hesum døgum kunningartúr kring oyggjarnar, at kunna limirnar í S & K felagnum um tann nýggja lønarsáttmálan, sum var undirskrivaður 29 apríl, galdandi frá 1.5.2013 galdandi til 1.5.2015.
Nevndin var í Klaksvík 29.5.2013 og í Runavík 30.5.2013. Nevndin kemur til Fuglafjørð 12.6.2013 kl. 19:30 á Muntra og 13.6.2013 til Vágarnar á Hotel Vágar eisini kl. 19:30.
Tann seinasti fundurin er í Suðuroy, seinnri í juni. 
Í hesum sambandi hava vit sent soljóðandi skriv út til limirnar í S & K felagnum.

Í samband við at S & K felagið hevur fingið nýggjan lønarsáttmála galdandi frá 1.5.2013 til 30.4.2015, vil nevndin í S & K felagnum koma, at greiða frá tí nýggja lønarsáttmálanum.  
S & K felagið er ein av stigtakarunum í royndunum hjá fakfeløgunum, at keypa Føroya Lívstrygging. Hesum royndum okkara, vilja vit eisini fegin greiða tykkum frá. Vit vilja eisini greiða frá okkara eftirlønarskipan og okkara samlagstrygging.
S & K felagið skipar fyri einum skeiði fyri álitisfólki 16 – 19 september 2013 umborð á Norrønu. Vit koma at kunna um hettar skeið og kanna áhugan fyri skeiðinum.
Annars er nevndin í S & K felagnum  áhugað í at koma í kontakt við limir okkara í teirra  nærumhvørvi og hoyra hvat rørist í teirra øki og fáa eitt gott orðaskifti.
Vit síggja fram til ein góðan og gevandi fund fyri báðar partar. 

Vinarliga 

Nevndin í S & K felagnum