S & K Felagið

Rokna tína løn


Vit vilja gera vart við, at á heimasíðu okkara, er komin ein nýggjur møguleiki. Vit hava lagt eina skipan á heimasíðuna, ið ger at ein sjálvur kann fylgja við, hvat ein skal hava í løn, um ein er tímaløntur. 
Tú skal bert fylla út, nær tú møtir til arbeiðis og nær tú ert liðugur at arbeiða, umframt hvat tímaløn tú ert settur til. 
Tá tú so hevur fylt alt út, so sær tú beinanvegin hvat í tú eigur í løn. 
Skipanin tekur hædd fyri kvøldarviðbót, vikuskiftisbiðbót, yvirtíð o.a.
Um tú hevur eina arbeiðsplan í gongur yvir 1 viku, 2 vikur, 4 vikur ella 8 vikur, so tastar tú bert allar vikurnar inn og skipanin roknar so lønina út eftir tí tú hevur tasta inn.

Royn hesa skipan, ið liggur á okkara heimasíðu www.skfelag.fo á forsíðuni í tí gráa feltinum ovarlaga og eitur "rokna tína løn"