S & K Felagið

Nýggjur nevndarlimur í S & K felagnum

Á aðalfundinum ið var leygarkvøldið 23 februar 2013 var m.a. nevndarval á skránni. Sunrid Vatnsdal og Emy Sólvitsdóttir stóðu fyri vali. Innan aðalfundin boðaði Sunrid Vatsdal frá, at hon ikki stillaði uppaftur til nevndina. Sunrid Vatnsdal hevur siti í nevndini síðan 2003, so hon metti, at hon hevur tænt fyri seg. Vit takka Sunrid Vatnsdal fyri hennara tíð í nevndini. Emy Sólvitsdóttir tók við afturvali.
Palma Petersen, sum arbeiðir hjá Faroe Ship, boðaði innan aðalfundin frá, at hon stillaði upp til nevndina. Palma Petersen bleiv vald í nevndina uttan mótvalevni.

Palma Petersen nývald í nevndina

Sunrid Vatnsdal takkaði fyri seg, eftir at hava siti 10 ár í nevndini.