S & K Felagið

Nevndin í S&K felagnum hevur nevndarfund 23 januar 2019


Nevndin í S&K felagnum hevur nevndarfund mikudagin 23 januar. 
Á skrá er m.a. fundur við Føroya Lívstrygging, har Føroya Lívstrygging kunnar um skaðagongdina hjá limunum hjá S&K felagnum í 2018. 
Nevndin fer eisini undir at skriva uppleggið til lønarsamráðingarnar sum standa fyri framan, nú verandi sáttmáli gongur út 1.5. 2019. 
Dagurin nær aðalfundurin skal verða, skal eisini ásetast.