S & K Felagið

Nevndin í S&K felagnum á rundferð kring oyggjarnar 2015

 
Nevndin í S&K felagnum hevur haft kunningarfundir kring oyggjarnar. Nevndin var í Klaksvík, Runavík, Fuglafiri, Vágunum og í Suðuroy.
S&K felagið gjørdi ein nýggjan lønarsáttmála í kom í gildið 1.5.2015 og er galdandi til 30.4.2017. Nevndin greiddi frá broytingum í sáttmálanum og spurdu um hvussu limirnir vóru nøgdir við broytingarnar, ið gjørdar eru og um tað er okkurt í limirnir sakna í sátmálanum.
Eisini var greitt frá, hvat eitt fakfelag kann gera fyri sínar limir og spurt var inn til hvat í limirnir sjálvir vilja hava at S&K felagið skal arbeiða við.

Tað bleiv kunna um samlagstryggingarnar, hvørjar broytingar eru gjørdar og hvussu gongdin er við skaðum o.ø. umframt eftirlønarskipanin bleiv umrødd.
 
S&K felagið hevur verði í einari langari tilgongd i einari roynd at keypa Føroya Lívstrygging saman við fleiri øðrum fakfeløgum. Greitt bleiv frá hesari tilgongd og hví ein var farin í gongd við hesa tilgongd. 

Tað góða við slíkum fundum er, at nevndin í S&K felagnum fær afturmeldingar frá limunum, um hvat hendir á arbeiðsmarknaðinum. 
Álitisfólkatúrurin í var í 2014 umborð á Norrønu bleiv umrøddur og fekk góð viðmæli av teimum í høvdu verði við á hesum túri. Greitt var frá, at eitt slíkt skeið helst verður aftur í 2016. 

Nevndin í S&K felagnum er nøgd við hesar fundir, sjálvt um uppmøtinging kundi verði betur. Vit fingu eitt gott prátt og nógvar afturmeldingar frá okkara limum. So hesar fundir er nakað nevdin fer at halda áfram við.
Fleiri myndir frá hesum fundum, eru í okkara myndasavnið.
Gott summar øll somul.