S & K Felagið




Lønarsamráðingar 16 apríl 2019


 Í dag týsdagin 16 apríl skrivaði nevndin í S&K felagnum undir ein nýggjan 2 ára sáttmála við FAG. 
Lønarkarmurin gevur ein lønarvøkstur 1.5.2019 á 3,26% og 1. mai 2020 verður lønarvøksturin 2,56%.
Vit høvdu nøkur ynskir um broytingar av lønartalvunum, men tað bar ikki á mál. Tað viðførir, at allur lønarvøksturin fer til at hækka sjálva lønina. 
Hettar er ikki ein sáttmáli, ið er verri enn tað í nakað annað fakfelag hevur fingið, men vit høvdu sett nøsina upp eftir, at broyta lønarkarmarnar sjálvar. Tí er hettar ein sáttmáli ið vit kunna liva við, men hettar er ikki ein sáttmáli, ið vit rópa hurra fyri.