S & K Felagið

Húsi hjá S&K hevur fingið stóran vatnskaða


Húsi sum S&K felagið heldur til í fekk stóran vatnskaða í vikuskiftinum sum fór. Alt inni í húsinum hevur fingið stóran vatnskaða og alt inni í húsinum skal gerast av nýggjum.
Tað fer at taka um 4 - 6 mánaðir til húsið kann takast í brúk aftur.
Í løtuni leita vit eftir húsi, sum vit kunna húsast í til okkara egna hús er liðugt umvælt. Vit vænta, at vit í næstu viku kunna boða frá, hvar vit koma at halda til, til okkara egna hús er umvælt.
Tit muga umbera okkum, at vit til tíðir kanska ikki svara telduposti beinanvegin ella at telefonirnar ikki verða tiknar.

Her eru nakrar myndir frá hendingini.