S & K Felagið

Gott nýggjár

Kæru S & K limir                                                                              Tórshavn 3.1.2013

Nevndin í S & K felagnum vil ynskja tær og tínum eitt gott nýggjár og takka fyri tað farnað.

2012 var eitt sera hendingarríkt ár fyri S & K felagið. S & K felagið var stigtakari til, at fakfeløgini í Føroyum í felag fóru í holt við at royna at keypa Føroya Lívstrygging. Hettar arbeiði  byrjaði í mars í 2012 og í desember 2012 undirskrivaðu vit ein treytaðan keypssáttmála við Vinnumálaráðið. Innan hettar, var eitt stórt arbeiði  gjørt, fyri at kanna um Føroya Lívstrygging var eitt sunt felag, sum lív var lagað. Vit fingu grannskoðarar, sakførarar og ein aktuar, at kanna Føroya Lívstrygging, um tað var skilagott at keypa Føroya Lívstrygging, ella um um tað var nakað, sum vit skuldu halda fingrarnar  burtur frá.

Teirra niðurstøða var, at Føroya Lívstrygging er ein sunn fyritøka, men at tað skulu nakrar umskipanir fara fram í bygnaðinum av Føroya Lívstrygging, um vit skuldu náa okkara málsetningi, at fáa umsitingar gjaldið hjá Føroya Lívstrygging niður og at fáa eitt so gott avkast sum møguligt til eftirlønaruppspararnar, við so lítlum váða sum møguligt.

Hetta greiddu við leiðsluni á Føroya Lívstrygging frá og hon hevur longu nú sett broytingar í verk soleiðis at frá 1. Januar 2013 er umsitingargjaldið farið næstan niður í helt, av tí tað var í fyrra kvartal í 2012, so longu nú kunnu  vit heysta ágóðan av okkara arbeiði.

Tann endaliga yvirtøkan verður ikki fyrr enn Tryggingareftirlitið  hevur góðkent fakfeløgini sum keyparar, og Kappingareftirlitið hevur góðkent handilin. Hvussu langa tíð tað tekur, vita vit ikki, men vit vanta, at tað verður einaferð í mars 2013. Tá fáa tey keypandi fakfeløgini 50% av partabrøvunum í Føroya Lívstrygging og Ognarfelagið Lív, sum umboðar hvønn einstakan tryggingartakara í Føroya Lívstrygging, fær 50% fyri onki. Umleið 80% av inngjøldunum í Føroya Lívstrygging kemur frá limum í fakfeløgunum, gjøgnum teirra lønarsáttmála.

Evsta vald í Ognarfelagnum Lív verður eitt umboðsráð, ið  kemur at telja 35 limir og sum verður valt av øllum teimum, sum hava inngjøld í Føroya Lívstrygging. Vit koma at senda tykkum eitt skriv um hvussu hettar kemur at ganga fyri seg og hvønn vit fara at heita tykkum á, at velja í umboðsráðið, at umboða tykkum.

At enda vil nevndin í S & K felagnum minna á aðalfundin hjá S & K felagnum, sum verður 23 februar 2013 kl. 19:00 í hølunum hjá S & K felagnum. 

Vinarliga

Nevndin í S & K felagnum