S & K Felagið

Gleðilig jól og gott nýggjár


Nevndin í S&K felagnum vil ynskja tær og tínum næstu eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár við tøkk fyri brátt farna árið.

Hent vitan:
Veitingarnar í okkara samlagstrygging verða hækkaðar 1. januar 2016. Hesar eru teknaðar hjá Føroya Lívstrygging. 

S&K felagið hevur eina avtalu við TRYGD, um at S&K felagið teknar eina heiltíðar vanlukkutrygging fyri allar okkara limir. Henda vanlukkutrygging er á upp til 500.000 kr.
Somuleiðis fáa allir S&K limir ein munandi avsláttur frá TRYGD uppá allar teknaðar tryggingar teknaðar hjá TRYGD.

1. mai 2016 fer lønin upp við 2,25%. Lønin hjá øllum S&K limum skal upp við hesum % satsi.

Allir limir í S&K felagnum, ið arbeiða yvir 20 tímar um vikuna, eru fevndir av starvsmannalógini og hava tí rætt til løn frá arbeiðsgevara frá 1 tá teir eru sjúkir. Hettar er galdandi fyri baði fastlønt og tímalønt.
Hesir S&K limir kunna sostatt ikki trekkjast í løn vegna sjúkrafráveru.

S&K felagið hevur aðalfund leygardagin 5 mars 2016 kl. 19:00 í húsinum hjá S&K felagnum, Traðavegur 20 í Havn. 

Vinarliga Pætur, Palma, Eyðgerð, Poula og Emy