S & K Felagið

Draga limagjald frá í 2018

Sonja Jógvansdóttir hevur lagt uppskot fram, um at fakfelagslimur skal hava loyvi, at draga limagjald til fakfelag frá í skatti og hettar skal kunna gerast frá 2018. 
Hettar ljóðar sum eitt sera áhugavert uppskot, ið kemur at geva ein lætta til tey, í eru við til at varveita  ein væl skipaðan arbeiðsmarknað. 
Tað er ein sannroynd, at tað vælferðarsamfelagið, ið vit kenna í dag, byggir á tær broytingar í fakfeløg hava fingið stríst seg til gjøgnum fleiri ár. So tað er uppá tíðina, at fakfelagslimir fáa ein ágóða fyri teirra stuðul til vælferðarsamfelagið, sum teir sjálvir hava uppbygt.
Tað er jú enn tann dag í dag, at tað eru lønmótakarir, ið nýta gott av fakfelagsarbeiðinum, uttan at geva nakað aftur til fakfelagið, við ikki at verða skipaði í einum fakfelagið.  
Les meira um lógaruppskotið í greinini niðanfyri myndina. 

http://skfelag.fo/myfiles/files/Draga%20limagjald%20fr%C3%A1%20%C3%AD%202018.docx