S & K Felagið

Álitsfólkatúrur hjá S&K umborð á Norrønu

 
S&K felagið hevur haft ein góðan og upplýsandi túr við Norrønu,  á veg yvir til Ísland, har vit hava haft eitt álitisfólkaskeið fyri okkara limir. 


Skeiðshaldari var Páll Nielsen og hann kom sera væl frá uppgávuni. Skeiðslutakarnir vóru stakk væl nøgdir við tað, teir fingu búrturúr skeiðinum. Tað var baði upplýsandi og viðkomandi og framført á eitt hátt, at tað var væl skiljandi fyri allar partar. 



Esther Dahl frá Vinnuhúsinum var eisini ein partur av teimum ið høvdu skeiðið og umboðaði hon sjónarmiðini hjá arbeiðsgevara síðuni.


Pauli Petersen borgarstjóri í Vestamanna var við á skeiðinum sum umboð fyri Tryggingarfelagið LÍV og greiddi hann okkum frá eftirlønar- og samlagstryggingum.

Fleiri myndir frá túrinum eru at síggja í myndasavninum.