S & K Felagið

Aðalfundurin hjá S&K felagnum 5.3.2016

 
Aðalfundurin hjá S&K felagnum var hildin leygardagin 5.3.2016 í húsunum hjá S&K felagnum á Traðavegnum 20 í Tórshavn.
Fitt av fólki var møtt upp.

Formaður felagsins greiddi frá arbeiðinum í nøkrum av teimum nevndum hann situr í, umboðandi S&K felagið. M.a. Føroya Lívstrygging, Yrkisnevndini, stýrinum fyri Føroya Handilsskúla o.a.
Aftaná sjálvan aðalfundin bjóða nevndin til ábit og undirhald.

Hallur Joensen kom og spældi fyri okkum í ein lítlan tíma.

Fólk vóru glað og nøgd við aðalfundin.

Fleiri myndir frá aðalfundinum eru í myndasavninum til høgru.