S & K Felagið




Aðalfundurin hjá S&K 7.3.2020


Aðalfundurin hjá S&K felagnum var hildin á Hotel Hafnia 7.3.2020. 
Ikki síðan 2006, hava so nógvir S&K limir mótt upp til ein aðalfund hjá S&K felagnum.
Tað var eitt gott og gevandi orðaskiftið á aðalfundinum, um nógv ymisk mál. 

Leyla Zachariasen bjóðaði Eyðgerð Jonhardsdóttur og Poulu Gaardbo av á nevdarvalinum. 
Har var sera javnt millum allar 3. Tær lógu allatíðina stavn um stavn, tá stemmurnar vóru taldar upp.
Men tá allar stemmurnar vóru upptaldar, var Eyðgerð fyrstvald og Poula Gaardbo kom inn, sum nr. 2. Men tað var spenningur í til tað seinasta.




Afturvið borðhaldinum kom Bill Justinussen at undirhalda og Guðrun Sølja og Janus Kampmann umframt Ólavur á Váli sungu fyri okkum. 
Løtan var rík. Sera gott undirhald.


Fólk hugnaðu sær óføra væl til borðhaldi á Hotel Hafnia.