S & K Felagið

Aðalfundurin hjá S & K leygardagin 23 februar


Aðalfundurin hjá  S & K felagnum er leygardagin 23 februar kl. 19:00
Á skránni er m.a. nevndarval. Emy Sólvitsdóttir og Sunrid Vatnsdal standa fyri vali. Emy Sólvitsdóttir stillar uppaftur, men Sunrid Vatnsdal stillar ikki uppaftur.
Ein persónur hevur bjóða seg fram, at koma í nevndina hjá S & K felagnum. Tað er Palma Petersen, sum arbeiðir hjá Faroe Ship. Hon býr í Havn men er ættað av Skála.
Upplegg til komandi lønarsamráðingar er til umrøðu.
Kristina Bærentsen kemur at syngja nakrar sangir fyri aðalfundinum. Umframt hettar er onkur góður vinningur at vinna millum aðalfundarlútakarnar.
Eftir aðalfundin bjóðar S & K felagið til ein ábit.