S & K Felagið




Aðalfundurin 2021

 
Í ár verður aðalfundurin hjá S&K felagnum 10 apríl 2021 á Hotel Hilton í Havn.
Aðalfundurin verður kl. 17:00-19:30
Eftir aðalfundin bjóða vit til 3 rættaða matskrá á Hotel Hilton.
Hettar krevur, umframt Korona tilmælini, at ein má boða frá 8 dagar innan aðalfundin, um ein kemur við á aðalfundin. 
Boðast skal frá á telduposti skfelag@skfelag.fo
Skráin fyri aðalfundin er hendan:
1. Frásøgn formansins frá farna árið.
2. Roknskapur til góðkenningar.
3. Fakligt innlegg við Helga Ejdesgaard. Hugleiðingar um fakfelagsavrik og -avbjóðingar í søguligum og nútíðar høpi.
4. Val av nevndarlimum við.
5. Val av tiltakslimum.
6. Innkomin uppskot.
7. Val av grannskoðara.
8. Upplegg til lønarsamráðingar við FAG. 
9. Ymiskt. Umrøða at finna nýtt navn til S&K felagið. Navni S&K dekkar ikki teir fakbólkar, ið vit umboða. 
Eftir aðalfundin bjóðar S&K felagið til 3 rættaða matskrá, har okkurt gott undirhald eisini verður á skránni.