S & K Felagið

Aðalfundurin 2018 hjá S&K var leygardagin 3.3.2018

 Aðalfundurin hjá S&K felagnum var hildin leygdagin 3.3.2018. 
Formaðurin, Pætur Niclasen, var afturvaldur til eitt 3 ára skeið. 


Jan Otto Holm, fíggjarserfrøðingur, greiddi frá pensiónsuppskotinum, ið liggur til viðgerar í lógtinginum beint nú. 
Ein vanligur S&K limur, kemur eftir hesum uppskotið, at hava meira at liva fyri, í mun til skipanina ið er í dag. 
Jan Otto Holm eftirkannaði hvussu tað sær út hjá einum S&K limi ið forvinnur 17.000 kr. um mánaðin og 25.000 kr. um mánaðin.
Í báðum førum, verða eftirlønarviðurskiftini betri hjá S&K liminum, eftir tí nýggju eftirlønarlógini. Teir koma at hava meira tøkan pening um hendi. 

Hesi seinastu 3 árini hevur avkastið av ognunumhjá S&K felagnum ligið um 25% samanlagt. 

Eftir aðalfundin bjóðaði felagið til ábit. 

Sámal Ravnsfjall kom og undirhelt við sínum sangum. Hann var sera væl fyri og spældi leingi og væl. 
Ein sera fyrikomandi undirhaldari.