S & K Felagið

Nevndin í S & K felagnum hevur nevndarfund hósdagin 17. januar 2008

Nevndin í S & K felagnum hevur nevndarfund hósdagin 17. januar 2008 kl. 19:00

Á skránni er komandi aðalfundurin.

Inn eru komin nøkur uppskot til aðalfundin í februar 2008.

M.a. skal reglugerð fyri lívstryggingargrunnin og fyri lokaupphæddsgrunnin góðkennast. Nakrar smærri orðingar í lógini fyri S & K felagið skulu góðkennast. Eisini er komi uppskot um at ásetta limagjaldið til 2% tó maks 350 kr. og at hava somu reglu fyri lívstryggingargjaldið.
Nevndin hevur ásett limagjaldið hjá lærlingum til 60,- kr. um mánaðin og lívstryggingargjaldið til 60,- kr. um mánaðin. Hettar skal eisini góðkennast av aðalfundinum.

Tey sum standa fyri valið í ár eru Pætur Niclasen, formaður, Jan Nielsen næstformaður og Eyðgerð Jónhardsdóttir.

Eru tað nøkur mál tit ynskja at nevndin skal taka upp á hesum fundi, kunnu tit fráboða hettar til skrivstovuna hjá felagnum.

 

 Pætur Niclasen  Jan Nielsen  Eyðgerð Jónhardsdóttir