S & K Felagið

Lógtingslóg um barsilsskipan

LØGTINGSLÓG NR. 48 FRÁ 3. APRÍL 2001 UM BARSILSSKIPAN, SUM SEINAST BROYTT VIÐ LØGTINGSLÓG NR. 21 FRÁ 8. MAI 2008


Løgtingslóg nr. 48 frá 03.04.2001
  Broytingar eftir 1. januar 1999 og kunngerðir


Nr. 48 3. apríl 2001

Partur I
Barsilsfarloyvi

Kapittul I
Barsilsfarloyvi

   § 1. 1)Kvinna, ið er løntakari og er við barn, hevur rætt til barsilsfarloyvi av viðgongu og barnsburði frá tí degi, hildið verður, at 4 vikur eru eftir til barnsburð, ella frá tí løtu hon við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur og/ella hana sjálva stendst heilsuvandi av at vera í starvinum, tó í fyrsta lagi frá tí degi, at hildið verður, at 13 vikur eru eftir til barnsburð.
   Stk. 2.2) Eftir barnsburð hevur móðirin rætt til barsilsfarloyvi í 14 vikur. Faðirin hevur rætt til barsilsfarloyvi í 4 vikur eftir barnsburð, ella eftir tað, at barnið er komið heim, ella eftir avtalu við arbeiðsgevaran innan fyri tær fyrstu 34 vikurnar eftir barnsburð.
   Stk. 3. 2) Aftaná 14. viku eftir barnsburð hava foreldur, sum eru løntakarar, rætt til barsilsfarloyvi í upp til 38 vikur tilsamans. Foreldrini hava ikki rætt til barsilsfarloyvi samstundis eftir pkt. 1, og barsilsfarloyvið skal verða tikið innan fyri fyrstu 52 vikurnar eftir barnsburð.
   Stk. 4. Kvinna, ið er løntakari, hevur rætt til at vera úr arbeiði í sambandi við barnakonukanningar, tá kanningarnar eru í arbeiðstíðini.
   Stk. 5.3) Hóast ásetingarnar í stk. 2 og 3, hevur faðirin rætt til barsilsfarloyvi í upp til og innan fyri 52 vikur eftir barnsburð, um mamman doyr, ella læknaváttan staðfestir, at mamman vegna álvarliga sjúku ikki er før fyri at taka sær av barninum.
   Stk. 6.2) Foreldrini hava, hóast stk. 3, rætt til barsilsfarloyvi í sama mun, sum tey hava rætt til barsilspening eftir § 9, stk. 5 og 6.

Ættleiðing

   § 2. 1) Foreldur, ið eru løntakarar og ættleiða barn, hava rætt til barsilsfarloyvi í 56 vikur í sambandi við, at tey fáa barnið.
   Stk. 2. Tað er ein treyt, at ættleiðingarmyndugleikarnir hava tikið ta avgerð, at foreldrini, annað ella bæði, skulu vera heima í sambandi við, at tey fáa barnið.
   Stk. 3. 2) Rættin til barsilsfarloyvi eftir stk. 1 kann bara annað av foreldrunum nýta í senn. Hóast ásetingina í 1. pkt. hava foreldrini rætt til barsilsfarloyvi samstundis í 4 vikur innan fyri tær fyrstu 38 vikurnar eftir, at foreldrini hava fingið barnið.

Fráboðan

   § 3.1) Kvinnuligur løntakari, sum nýtir rættin til barsilsfarloyvi eftir eftir § 1, stk. 1, stk. 2, 1. pkt. og stk. 3, skal innan 8 vikur eftir barnsburð boða arbeiðsgevara sínum frá, nær hon byrjar at arbeiða aftur.
   Stk. 2.1)3) Maður, sum er løntakari, og sum nýtir rætt sín til barsilsfarloyvi eftir § 1, stk. 2, 2. pkt. og stk.3, skal í seinasta lagi 4 vikur frammanundan boða arbeiðsgevara sínum frá, nær hann roknar við, hann er burtur frá arbeiði. Maður, sum er løntakari, og sum nýtir rætt sín til barsilsfarloyvi eftir § 1, stk. 5, skal innan 8 vikur eftir, at farloyvi er byrjað, boða arbeiðsgevara sínum frá, nær hann byrjar at arbeiða aftur.
   Stk. 3. Tey, sum fáa barn við ættleiðing, skulu við fráboðan til arbeiðsgevaran halda somu freistir.
   Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um skyldur løntakaranna mótvegis arbeiðsgevaranum at geva fráboðanir í sambandi við barsilsfarloyvi eftir § 1.

Vernd og endurgjald
Frávik

   § 4. Ikki kann víkjast frá reglunum í §§ 1-2 til bága fyri løntakaran.

   § 5. 4) Tað tíðarskeið, løntakari er í barsilsfarloyvi eftir §§ 1 og 2, verður roknað sum vanlig arbeiðstíð, tá starvsaldur skal roknast.

   § 6. Arbeiðsgevari kann ikki siga upp løntakara, tí viðkomandi hevur sett fram krav um at nýta rættin til barsilsfarloyvi eftir §§ 1 og 2, ella annars siga upp vegna viðgongu, barnsburð ella ættleiðing.

   § 7. Verður løntakari uppsagdur ella fyri vanbýti í móti reglunum í § 6, skal arbeiðsgevarin rinda eina samsýning, sum í mesta lagi svarar til løn í 50 vikur, ið verður at áseta alt eftir starvsaldri og umstøðunum annars.
   Stk. 2. Verður løntakari uppsagdur ella á annan hátt fyri vanbýti í viðgongutíðini, undir barnsburði, eftir barnsburð ella ættleiðing, áliggur tað arbeiðsgevaranum at prógva, at uppsøgnin ikki var grundað á hesi viðurskifti.

Partur II
Barsilspeningur

Kapittul II
Vanligar treytir

   § 8. Barsilspeningur eftir hesi lóg verður veittur í sambandi við viðgongu, barnsburð og ættleiðing.
   Stk. 2. Skyldur og rættindi sbrt. hesi lóg eru knýtt at móttiknum inntøkum, sum eftir skattalógini eru A-inntøkur, og inntøkum av sjálvstøðugari vinnu sbr. § 20.
   Stk. 3. Rætturin til barsilspening er treytaður av føstum bústaði í Føroyum og fullari skattskyldu í Føroyum.
   Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um,

1) í hvønn mun persónar, sum hava inntøkur, ið ikki eru fult skattskyldugar í Føroyum, hava rætt til barsilspening, og
2) at persónar, sum hava rætt til barsilspening í einum øðrum landi, ikki hava rætt til barsilspening í Føroyum.

   § 8 a. 2) Tað er ein treyt fyri útgjaldi eftir lógini, at viðkomandi skrivliga váttar, at hon/hann er um barnið í útgjaldstíðarskeiðinum.

Kapittul III
Treytir fyri útgjaldi

   § 9. 4)2)Kvinna, sum hevur A-inntøku, og sum fer frá arbeiði orsakað av viðgongu ella barnsburði, hevur rætt til barsilspening frá tí degi, mett verður, at 4 vikur eru eftir til barnsburð, ella frá tí løtu, hon við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur og/ella hana sjálva stendst heilsuvandi av at vera í starvinum, tó í fyrsta lagi frá tí degi, mett verður, at 8 vikur eru eftir til barnsburð. Eftir barnsburð hevur kvinna rætt til barsilspening í 30 vikur innan fyrstu 30 vikurnar eftir barsnburð.
   Stk 2. 2) Foreldrini kunnu í staðin velja, at faðirin at barninum skal vera heima hjá barninum í upp til 16 vikur eftir 14. viku eftir barnsburð, og harvið fáa barsilspening í hesum tíðarskeiðinum. Treytin fyri, at faðir at barni kann fá barsilspening í hesum tíðarskeiðinum, er at móðirin ikki samstundis er frá arbeiði við løn ella hevur søkt um barsilspening frá barsilsskipanini fyri hetta tíðarskeið.
   Stk. 3. 2) Faðirin at barninum hevur rætt til barsilspening í 4 vikur innan fyri tær fyrstu 34 vikurnar eftir barnsburð.
   Stk. 4.3)2) Hóast ásetingingarnar í stk. 2 og 3, hevur faðirin rætt til barsilspening í upp til og innan fyri 34 vikur eftir barnsburð, um mamman doyr, ella læknaváttan staðfestir, at mamman vegna álvarliga sjúku ikki er før fyri at taka sær av barninum. Treytin fyri, at faðir at barni kann fáa barsilspening í hesum tíðarskeiðnum, er, at mamman ikki nýtir rætt sín at fáa barsilspening frá barsilsskipanini ávísa tíðarskeiðið.
   Stk. 5.2) Um mamman ella pápin er einsamøll/ einsamallur við barninum, hevur mamman rætt til tann partin av barsilspeninginum, sum serliga er avsettur til pápan eftir stk. 3 og pápin rætt til tann partin av barsilspeninginum, sum serliga er avsettur til mammuna eftir stk. 1 og 2. Treytin fyri at fáa barsilspening eftir 1. pkt. er, at hitt av foreldrunum ikki samstundis er frá arbeiði við løn. Foreldrini kunnu avtala, at at pkt. 1 heilt ella partvís ikki skal verða galdandi, um pápin ávikavist mamman er um barnið hetta tíðarskeiðið.
   Stk. 6. 2) Foreldrini kunnu avtala, at mamman skal hava 2 vikur av tí partinum av barsilspeninginum, sum serliga er avsettur til pápan eftir stk. 3.

Ættleiðing

   § 10.1)2) Foreldur, ið eru løntakarar og ættleiða barn, hava rætt til barsilspening í 38 vikur eftir, at tey hava fingið barnið.
   Stk. 2. Tað er ein treyt, at ættleiðingarmyndugleikarnir hava tikið ta avgerð, at foreldrini, annað ella bæði, skulu vera heima í sambandi við, at tey fáa barnið.
   Stk. 3. 2) Rættin til barsilspening eftir stk. 1 kann bara annað av foreldrunum nýta í senn. Hóast ásetingina í 1. pkt. hava foreldrini rætt til barsilspening samstundis í 4 vikur innan fyri tær fyrstu 34-38 vikurnar eftir, at foreldrini hava fingið barnið.

Arbeiðskrav

   § 11. Lønarútgjaldingar seinastu 2 mánaðirnar, ið eru meira enn 20 % hægri enn meðal inntøkan seinasta árið, verða ikki tiknar við í inntøkugrundarlagið.
   Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í heilt serligum førum gera undantak frá ásetingini í stk. 1.

Kapitul IV
Stødd á barsilspeningi

Útrokningargrundarlag

   § 12. 1)Grundarlagið, sum barsilspeningurin verður roknaður eftir, er móttikna miðal mánaðarliga gjaldskylduga A-inntøkan eftir § 18 seinastu 12 mánaðirnar fyri fráveruna. Ger viðkomandi av bara partvíst at fara úr arbeiði, verður grundarlagið undir útrokningini viðv. barsilspeningi lækkað samsvarandi hesum.
   Stk. 2. 1) Hevur viðkomandi beint undan fráveruni verið á arbeiðsmarknaðinum í styttri tíð enn ta, nevnd er í stk. 1, verður barsilspeningurin roknaður eftir miðal móttiknu gjaldskyldugu A-inntøkuni eftir § 18 hesa styttu tíðina, sbr. stk. 3.
   Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um tíðarskeiðið, sum skal verða nýtt sum útrokningargrundarlag eftir stk. 2, og í hvørjum førum eitt styttri tíðarskeið kann verða nýtt sum útrokningargrundarlag.

Upphædd

   § 13. 4)Barsilspeningurer 100% av útrokningargrundarlagnum smbrt. § 12 tó soleiðis, at barsilspeningur ikki kann verða meira enn kr. 25.000 um mánaðin.
   Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann hækka ta í stk. 1 ásettu hámarksupphædd við støði í lønargongdini í samfelagnum.

Kapittul V
Útgjald v.m.

Umsóknir

   § 14. Umsókn um barsilspening skal latast inn innan 6 mánaðir eftir barnsburð ella, í sambandi við ættleiðing, eftir at tey hava fingið barnið. Er umsóknin ikki latin inn innan hesa freist, fellur rætturin til barsilspening burtur.
   Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um útgjald, útgjaldsskeið, hvørjar upplýsingar skulu latast, hvør skal vátta hesar upplýsingar, freistir fyri innlatan av upplýsingum v.m.

   § 14 a. 4) Løntakara, sum fær barsilspening frá barsilsskipanini, verður rindað frítíðarløn.
   Stk. 2. Áðrenn barsilspeningur verður útgoldin, verður upphæddin eftir § 13 býtt við 1,12. Upphæddin, sum verður útroknað eftir 1. pkt., verður rindað løntakaranum, meðan munurin millum upphæddina eftir § 13 og upphæddina, útroknað eftir pkt. 1, verður rindað sum frítíðarløn eftir frítíðarlógini.

Útgjald til arbeiðsgevara

   § 15. Í tann mun arbeiðsgevari rindar A-inntøku í sambandi við barsilsfarloyvi, verður barsilspeningurin, sum løntakarin hevði havt rætt til sbrt. §§ 12 og 13, um viðkomandi ikki varð rindað A-inntøka, rindaður arbeiðsgevaranum.
   Stk. 2. 4) Í tann mun, barsilspeningur eftir stk. 1 røkkur, verður útgoldið fyri rindaðar A-inntøkur, umframt fyri lógaráløgd arbeiðsmarknaðargjøld, ið arbeiðsgevarin rindar í sambandi við farloyvistíðarskeiðið. Rindað verður tó ikki fyri frítíð við løn og frítíðarískoyti, sum løntakarin í barsilsfarloyvistíðini vinnur rætt til eftir frítíðarlógini. Rinda fleiri arbeiðsgevarar løn til sama persón, sum er í barsilsfarloyvi, og røkkur barsilspeningur ikki til fult endurgjald, verður endurgjaldið til hvønn teirra skert eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur.
   Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um umsókn frá arbeiðsgevaranum, hvørjar upplýsingar, hann skal lata í sambandi við útgjaldið, hvør skal vátta hesar upplýsingar, og freistir fyri innlatan av umsóknum og upplýsingum v.m.

   § 15 a.4) Øllum stovnum, sum eru á fíggjarløgtingslógini við rakstrarjáttan, løgujáttan, landsfyritøkum og almennum grunnum, umframt teimum stovnum, ið koma undir málsræðið hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum at áseta lønar- og setanartreytir, verður veittur barsilspeningur eftir § 15, stk. 1, um starvsfólk verður sett í staðin fyri tann, ið fer í barsilsfarloyvi. Stovnurin fær tó í mesta lagi endurgoldið tað, sum tann, ið er í farloyvi, fær goldið í løn.
   Stk. 2. Landsstýrismaðurin í vinnumálum ásetur nærri umsitingarligar reglur, herundir um freistir fyri at lata inn umsóknir.

Afturrindan

   § 16. Tekur persónur nýtt lønandi arbeiði upp í einum tíðarskeiði, tá viðkomandi nýtir rætt sín at fáa barsilspening, skal hann rinda barsilspening aftur fyri teir dagar, hann hevur havt slíkt arbeiði, eisini í teimum førum, har barsilspeningur er útgoldin til arbeiðsgevara jbr. tó stk. 2 og í mun til inntøkuna, viðkomandi hevur vunnið hesar dagar.
   Stk. 2. Er barsilspeningur útgoldin arbeiðsgevara fyri løn í farloyvistíðini til arbeiðstakara, skal arbeiðsgevarin uttan mun til stk. 1 rinda barsilspening aftur, um viðkomandi arbeiðstakari í sama tíðarskeiði tekur nýtt arbeiði upp hjá hesum arbeiðsgevaranum.
   Stk. 3. Kravið um afturrindan av barsilspeningi eftir stk. 1 og 2 kann eisini fremjast við at mótrokna møgulig krøv frá arbeiðstakara ella arbeiðsgevara upp á barsilspening, og peningurin kann eisini krevjast inn við at afturhalda í løn og við panting.
   Stk. 4. Persónur, sum tekur upp nýtt lønandi arbeiði í einum tíðarskeiði, viðkomandi nýtir rætt sín at fáa barsilspening, skal boða umsitingarmýndugleikanum sbr. § 25 frá hesum.

Kapittul VI
Fígging

Gjaldskyldug

   § 17. 5)Barsilsgjald skal rindast eftir stk. 2-4, og §§ 18 og 19. Persónar, sum tekna sjálvbodna trygging, rinda gjald eftir reglum settum sbrt. § 20.
   Stk. 2. Gjaldskyldug smbrt. stk. 1 eru

1. øll, sum fáa A-inntøku, sum hava fulla skattskyldu í Føroyum, og sum hava fylt 16 ár, men ikki 67 ár, og
2. øll, sum rinda A-inntøku í Føroyum.

   Stk. 3. Persónar, sum eftir stk. 2, nr. 1, eru gjaldskyldugir, men sum ikki hava fastan bústað í Føroyum, kunnu eftir umsókn sleppa undan gjaldskyldu. Undantøkan hevur virknað frá tí degi, umsóknin er móttikin.
   Stk. 4. Persónar, sum eftir løgtingslóg um almannapensjónir fáa hægstu fyritíðarpensjón, og persónar, sum eftir somu lóg fáa miðal fyritíðarpensjón, av tí teir eru oman fyri 60 ár, men sum annars vildu fingið hægstu fyritíðarpensjón, verða eftir umsókn undantiknir frá gjaldskyldu. Undantøkan frá gjaldskylduni hevur virknað frá tí degi, umsóknin er móttikin.

Gjaldsgrundarlag

   § 18. 6) Gjaldið verður kravt av øllum A-inntøkum, sum tey gjaldskyldugu fáa ella rinda, tó undantikið

1) fólka- og fyritíðarpensjón,
2) aðrar skattskyldugar almannaveitingar, tó ikki dagpening eftir dagpeningalógini,
3) tænastumannapensjónir og aðrar líknandi eftirlønir, uppihaldspeningur sbrt. hjúnabandslógini og barnapeningur sbrt. "lov om børns retsstilling", og
4) A-inntøka til avmarkaða skattskyldu undir FAS-skipanini, ella fyri A-inntøku til avmarkaða skattskyldu umborð á skipum, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt. í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá.

   Stk. 2. Undantøka eftir stk. 1, nr. 3, verður veitt eftir umsókn, og undantøkan hevur virknað frá tí degi, umsóknin er móttikin.

Gjald

   § 19. 5)Gjaldið hjá teimum gjaldskyldugu er 0,62% av tí í § 18 nevnda gjaldsgrundarlagi.
   Stk. 2. Gjaldið fellur til gjaldingar, samstundis sum teir gjaldskyldugu rinda ella fáa A-inntøku. Áðrenn A-inntøkan verður útgoldin, skal inngjaldið avroknast. Gjøld kunnu krevjast inn við panting.
   Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um inngjald, heundir avgreiðslugjald.
   Stk. 4.5) Landsstýrismaðurin kann við kunngerð broyta tað í stk. 1 nevnda gjald, tó ikki hægri enn 0,62%.

Kapittul VII
Sjálvstøðugt vinnurekandi v.m.

   § 20. Persónar, sum hava aðra inntøku av vinnu enn A-inntøku, hava rætt til barsilspening, um teir tekna eina trygging.
   Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um, hvør kann tekna trygging, hvørjar inntøkur kunnu tryggjast, um inngjald, arbeiðskrav, útrokningargrundarlag, nær rætturin til barsilspening tekur við, eftir at umsókn um trygging er móttikin, eftirstøður, hvørjar upplýsingar tann, sum teknar trygging, skal lata, skiftisreglur v.m.
   Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um, at persónar, sum annars ikki hava møguleika at koma undir skipanina, eftir egnum ynski tekna trygging og koma undir skipanina.

Kapitul VIII
Fyrisitingarligar ásetingar

Upplýsingar

   § 21. Til nýtslu í sambandi við útrokning og eftirlit við inngjalds- og útgjaldsupphæddum eftir hesi lóg, kann landsstýrismaðurin útvega sær allar upplýsingar frá Toll- og Skattstovu Føroya, Landsfólkayvirlitinum, Almannastovuni.
   Stk. 2. Fakfeløg og arbeiðsgevarar hava skyldu at geva landsstýrismanninum tær upplýsingar, hann biður um í sambandi við eftirlitsarbeiði og avgreiðslu av útgjaldi.

   § 22. Hevur umsøkjari givið landsstýrismanninum skeivar upplýsingar ella tagt um umstøður, sum hava havt týdning fyri barsilspeningin, kunnu upphæddir, sum av órøttum eru útgoldnar, verða kravdar afturgoldnar frá tí, sum hevur fingið peningin útgoldnan.

   § 23. Landsstýrismaðurinkann eftir nærri ásettum reglum gera gjaldsavtalur, heruppií avskriva krøv, tá útlit ikki eru at fáa allan peningin frá skuldaranum.

Millumtjóða sáttmálar

   § 24. Landsstýrismaðurin kann gera sáttmálar við onnur lond um barsilspening.
   Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um barsilspening v.m. fyri teir persónar, sum fevndir eru av sáttmálum sambært hesi grein, heruppií fyri hesar persónar áseta reglur, sum víkja frá ásetingunum í lógini.

Umsitingarmyndugleiki

   § 25. Landsstýrismaðurin kannvið kunngerðleggja umsitingina av lógini til Arbeiðsloysisskipanina eftir avtalu við Arbeiðsloysisskipanina, ella til annan fyrisitingarligan myndugleika. Í slíkum føri verða heimildirnar, sum landsstýrismaðurin hevur eftir hesi lóg, latnar fyrisitingarmyndugleikanum, tó ikki heimildirnar at áseta reglur.
   Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um umsiting og eftirlit.
   Stk. 3. Avgerðir eftir hesi lóg ella eftir reglum, settum sbrt. lógini, kunnu kærast til landsstýrismannin innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina.
   Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann leggja kærumyndugleikan eftir stk. 3 til annan fyrisitingarligan myndugleika, og kann samstundis áseta, at avgerðir hjá kærumyndugleikanum ikki kunnu kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.
   Stk. 5. Útreiðslur, ið standast av umsitingini av skipanini, verða rindaðar av landskassanum.

Kapitul IX
Revsi- og gildiskomuásetingar

Revsing

   § 26. Um ikki strangari revsing er ásett í aðrari lóggávu, verður viðkomandi, sum

sambært hesi lóg gevur skipanini skeivar ella misvísandi upplýsingar, revsaður við sekt ella hefti.
   Stk. 2. Fyri brot, sum løgfrøðiligir persónar, heruppií feløg, felagsskapir, grunnar, kommunur, land og statur gera, kann revisábyrgd verða áløgd tí løgfrøðiliga persóninum sum slíkur.
   Stk. 3. Í reglum, ásettum eftir hesi lóg, kann revsing verða ásett fyri brot á reglurnar.

Gildiskoma

   § 27. Henda lóg fær gildi 1. juni 2001.
   Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 37 frá 23. apríl 1999 um foreldrafráveru, orsakað av barnsburði, føðing og ættleiðing.

Skiftisreglur

   § 28. Persónar, sum, tá henda lóg fær gildi, fáa útgoldnan dagpening í sambandi við barnsburð eftir lov for Færøerne om dagpenge ved sygdom eller fødsel, sbr. lovbekendtgørelse nr. 102 frá 2. mars 1988, sum broytt við løgtingslóg nr. 94 frá 13. juni 1995 (dagpeningalógin), hava rætt at fáa barsilspening útgoldnan eftir reglunum í hesi lóg.

 


Endanotur

1) Broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 20. desember 2002. § 2 í hesi løgtingslóg er soljóðandi: " Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd." og § 3 í hesi løgtingslóg er soljóðandi: "Lógin hevur virknað fyri persónar, ið verða foreldur eftir 31. desember 2002. Stk. 2. Hóast stk. 1 verða ásetingarnar í § 1, nr. 5 nýttar sum grundarlag fyri at útrokna barsilspening til persónar, ið hava rætt til barsilspening áðrenn 1. januar 2003, fyri ta tíð, ið eftir er av rættinum til barsilspening eftir 31. desember 2002."

2) Broytt við løgtingslóg nr. 21 frá 8. mai 2008, har § 2 er soljóðandi: "Hendan løgtingslógin kemur í gildi 1. juni 2008."

3) Broytt við løgtingslóg nr. 105 frá 20. november 2007, har § 2 er soljóðandi: "Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2008."

4) Broytt við løgtingslóg nr. 29 frá 19. mai 2004, har § 2 er soljóðandi:" Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2004. Stk. 2. Henda løgtingslóg verður ikki nýtt í førum, tá løntakarin er farin í barsilsfarloyvi áðrenn 1. juni 2004, um løntakarin hevði havt rætt til barisilspening, tá hann fór í barsilsfarloyvi.

5) Broytt við løgtingslóg nr. 163 frá 22. desember 2005, har § 2 er soljóðandi: "Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006.

6) Broytt við løgtingslóg nr. 40 frá 27. apríl 2005.