S & K Felagið

Kunnandi fundur í Suðuroy 21 januar 2012

Nevndin í S & K felagnum fer til Suðuroyar 21 januar 2012 og hevur kunnandi fund fyri limir felagsins á Hotel Øravík kl. 18:30.

í Hesum sambandi er soljóðandi skriv sent til allar limirnar í Suðuroy.

Til allar S & K limir í Suðuroy                        Tórshavn 11. januar 2012

 

 

 

Innbjóðing til kunningarfund 21. januar 2012 kl. 18:30 á Hotel Øravík

 

 

Fyrst vilja vit ynskja tær gott nýggjár.

 

Nevndin í S & K felagnum heldur kunnandi fund á Hotel Øravík, 21. januar kl. 18:30 og hevði tað glett okkum at sæð teg á hesum fundi.

 

S & K felagið bjóðar tykkum til ábit innan fundin.

 

 

Nevndin vil greiða frá gongdini hjá S & K felagnum í 2011. 

 

Í apríl 2011 gjørdi S & K felagið nýggjan lønarsáttmála við Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG) og vilja vit m.a. greiða frá hesum  sáttmála.

 

 

Tað er eisini altíð gott við einum kjaki millum nevndina í S & K felagnum og limirnar, um hvat rørist millum limirnar.

 

 

 

Vinarliga

 

 

Nevndin í S & K felagnum