S & K Felagið

Jólaheilsan

Soljóðandi skriv er í dag sent øllum limum í S & K felagnum, saman við einum faldara um okkara lívstryggingarskipan.

Til allar S & K limir                                                      Tórshavn 15. desembur 2010

 

 

 

Nevndin í S & K felagnum vil við hesum skrivi, ynskja tær og tínum næstu eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár, við tøkk fyri brátt farna árið.

 

 

Lívstrygging og eftirløn

 

Vit vilja eisini kunna eitt sindur um okkara lívstrygging- og eftirlønarskipan, sum allir limir í S & K felagnum eru fevndir av, og hava tí gjørt ein nýggjan faldara um okkara lívstryggingar- og  eftirlønarskipan.

 

Allar veitingarnar í okkara lívstryggingarskipan, verða hækkaðar 1. januar 2011.

 

Sí viðlagda faldara og les meira um hettar á okkara heimasíðu  www.skfelag.fo

 

 

Hent vitan.

 

S & K felagið skal til lønarsamráðingar í mai 2011 og hevur tú uppskot, sum skal takast við til hesar samráðingar, ert tú vælkomin at venda teg til S & K felagið við tínum uppskoti. Tað er ikki bert lønarkarmurin, sum verður ásettur til lønarsamráðingarnar. Alt tað, sum hevur við arbeiðið at gera, verður tikið upp á lønarsamráðingunum.

 

 

Aðalfundurin 2011

 

Nevndin í S & K felagnum vil minna á aðalfundin hjá felagnum, sum verður leygarkvøldið 19. februar 2011 kl. 19:00 í húsinum hjá S & K felagnum í Tórshavn og hevði tað glett nevndina at sæð teg á aðalfundinum.

 

Hevur tú okkurt evni, tú ynskir at nevndin skal viðgerða á aðalfundinum, ert tú  vælkomin at ringja til okkum við tí, ella senda ein teldupost til skfelag@skfelag.fo soleiðis at vit kunnu fyrireika okkum.

 

 

 

Vinarliga

 

 

Pætur Niclasen                                          Poula Gaardbo                                  Emy Niclasen             

 

 

Sunrid Vatnsdal                                       Eyðgerð Jónhardsdóttir