S & K Felagið

Barsilsskipanin og Vinnuhúsið

Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum, kann ein í dag 20.11.2007 lesað

"Leygardagin boðaði útvarpið frá, at landsstýrismaðurin í vinnumálum fer í næstu viku at bera eitt uppskot niðan í løgtingið um at leingja farloyvið hjá mammuni eftir føðingina úr 14 upp í 18 vikur.

Tríggjar dagar frammanundan hevði landsstýrismaðurin í vinnumálum annars boða frá, at nú skuldi gjaldið til barsilsskipanina at lækka frá 0,62 prosentum niður til 0,54 prosent.

Barsilsskipanin er ein rættuliga nýggj skipan, og skipanin varð dagførd fyri uml. 1½ ári síðani. Tí skuldi ikki verið bráfongis tørvur á broytingum. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava boða frá, at størsti trupulleikin við skipanini er, at partur av tí peningi, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum gjalda beinleiðis til Barsilsskipanina, fer í landskassan, tí at Barsilsskipanin er á fíggjarlógini og ikki sjálvstøðugur grunnur, sum t.d. Arbeiðsloysisskipanin. Tí ynskja partarnir á arbeiðsmarknaðinum eina skipan við sjálvstøðugum grunni, eftir sama leisti sum ALS.

Nú kemur landsstýrismaðurin í vinnumálum brádliga við broytingum av barsilsskipanini, uttan nakra viðgerð, og uttan at teir partar sum gjalda gildið, vita nakað um hvat hendir.

Tað, sum ger hetta eykað hugstoytt er, at samstundis sum landsstýrið einki ger við ovurstóra tørvin á arbeiðsmegi, so skerjir man nú um arbeiðsmegina við longdum barsilsfarloyvi. Tá barsilsfarloyvið nú verður longt við fýra vikum, so minkar føroyska arbeiðsstyrkin við umleið 60 ársverkum. Hetta svarar til, at eitt stórt føroyskt virki leggur stilt.

“Eg havi ikki orð fyri tí sum hendir í føroyskum politiki” sigur Jóhan Páll Joensen, formaður í Arbeiðsgevarafelagnum. “Tað sýnist sum at man politiskt als ikki tekur atlit til tørvin hjá fyritøkunum”.

 

Nevndin í S & K felagnum er samd við Vinnuhúsinum íð at tað skal gerðast ein barsilsskipan eftir sama leisti sum ALS, men at takað kvinnur, sum eru við barn, sum gíslar í hesum málið er ikki rætt. At tvinna málið, um manglandi arbeiðsmegið og barsilsfarloyvi saman er skeift. Vit vilja mæla til, at barsilstíðin verður longd til 52 vikur, til frama fyri tey føroysku børnini.

At tað er trot á arbeiðsmegið í Føroyum, skal loysast skjótt,  uttan at tað skal ganga útyvir barsilsskipanina. Har skal leggjast trýst á innlendismálaráðið og samgonguna sum heild, fyri at fáa  loyst tað málið.