S & K Felagið

Avsláttarskipan fyri limir hjá S & K felagnum frá TRYGD

Limir í S & K felagnum fáa avsláttur av tryggingum frá Trygd

Sum limur í S & K felagnum hevur tú rætt til at fáa mongdaravsláttur av grundprísinum hjá Trygd.  
S & K felagið vil, at tað skulu vera nógvir fyrimunir við at vera limir hjá felagnum. Nevndin fegnast tí  um avtaluna við Trygd, tí hon gevur limunum í S & K felagnum møguleika fyri bíligari tryggingum, óansæð um teir hava eina ella fleiri tryggingar hjá Trygd.

Harumframt rindar S & K felagið fyri eina felags Vanlukkutrygging fyri limirnar. Treytin fyri at verða umfataður av Vanlukkutryggingini er, at tú hevur verið limir í S & K felagnum í meira enn 4 samanhangandi mánaðir frá 31.12 á hvørjum ári. Vanlukkutryggingin tekur við, um S & K limurin kemur út fyri vanlukku og fær varandi mein. Henda vanlukkutrygging dekkar upp til 500.000 kr. fyri ta vanlukku, sum limirnir kunnu koma út fyri

Samstarvið millum S & K felagið og Trygd fevnir um hesar tryggingar:

 

ü  Akfarstrygd:            

 

ü  Sethúsatrygd:          

 

ü  Familjutrygd:              

 

ü  Vanlukkutrygd:

 

ü  Barnavanlukkutrygd

 

ü  Ferðatrygd   

 

 

Vit heita tí á allar limir í S & K felagnum um at seta seg í samband við Trygd og gjøgnumganga øll síni tryggingarviðurskifti.  Limirnir skulu bert kunna Trygd um, at teir eru limir í S & K felagnum, so fáa teir fyrimunirnar av hesi avtaluni. 

Vinarliga

S & K felagið