S & K Felagið

Ársúrslit hjá Føroya Lívstrygging 2007

Partarøvini kastaðu 15,1% av sær




Eitt fíggjaravkast á 6,1% kemur eisini tryggingartakarunum til góðar. Hesir fáa nú 5,0% í rentu

Fíggjarliga avkastið hjá Føroya Lívstrygging í farna ári gjørdist 6,1% og samanborið við pensjóns- og tryggingarfeløg í Danmark var avkastið millum tey bestu, verður sagt í tíðindaskrivi.. Serliga eru tað partabrøvini, ið hava kastað nógv av sær. Avkastið av partabrøvum var í 2007 15,1%.

Úrslitið áðrenn bonusútjavning, kundaogn og eginpeningsavkast var 84,0 mió. kr. í 2007. Av hesum vóru 78,4 mió. kr. tillutaðar kundunum hjá Føroya Lívstrygging.

Rentan, ið tryggingartakarin fekk tilskrivað í 2007 var 4,5%. Rentan í 2008 er hækkað til 5,0%. Fluttar vórðu 36,3 mió. kr. til kundaogn, og svarar hetta til, at kundaognin er rentað við 9,7%.

Í bonusútjavningargrunnin vóru í 2007 fluttar 42,1 mió. kr. í 2006. Bonusútjavningargrunnurin er nú 101,9 mió. kr.

Rakstrarúrslitið hjá Føroya Lívstrygging í farna ári var 5,0 mió. kr. í mun til eitt rakstrarúrslit upp á 3,9 mió. kr. í 2006. Hetta svarar til, at eginognin er rentað við 6,2% áðrenn skatt.

Í mun til 2006 øktust tryggingargjøldini við 32,2 mió. kr., soleiðis at tryggingargjøldini við árslok 2007 vóru 288,2 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur í tryggingargjøldunum upp á 12,6%, og tá umsitingarútreiðslurnar ikki eru øktar í sama mun, kann Føroya Lívstrygging enn einaferð lækka umsitingargjaldið.

Øll nevndin stóð fyri vali. Í nevndini eru Poul Hansen, Súsanna E. Sørensen, Jógvan Mørkøre, Gunnleivur Dalsgarð. Kitty May Ellefsen bar seg undan afturvali og í hennara stað var Una Joensen vald.

 

Hettar stóð at lesa á portalinum 04. apríl 2008