S & K Felagið

Lógtingslóg um afturlatingartíðir fyri handlar

LØGTINGSLÓG NR. 38 FRÁ 27. APRÍL 2005 UM AFTURLATINGARTÍÐIR FYRI HANDLAR

Løgtingslóg nr. 38 frá 27.04.2005
  Broytingar eftir 1. januar 1999 og kunngerðir

Nr. 38
27. apríl 2005

   Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
   § 1. Lógin fevnir um handlar, ið selja í smásølu.
   § 2. Handlar, ið koma undir lógina, hava loyvi at hava opið frá kl. 06.00 til kl. 23.00 mánadag til leygardag. Handlarnir skulu vera afturlatnir frá kl. 23.00 leygarkvøld til kl. 06.00 mánadag, umframt halgidagar og jólaaftan.
   Stk. 2. Er flaggdagur gerandisdagur, er bert loyvt at hava opið til kl. 12.00
   Stk. 3. Seinasta sunnudag undan jólaaftan er tó loyvt at hava opið frá kl. 14.00 til kl. 23.00.
   Stk. 4. Hóast ásetingarnar í stk. 1-2 kunnu kommunustýri eftir umsókn loyva handlum at hava opið á stevnum og undir størri fremmandavitjanum.
   § 3. Ásetingarnar í § 2 eru ikki galdandi fyri:
1)
Handlar, sum bert ella í mestan mun selja gerandisvøru, og hvørs søluøki ikki er størri enn 250 m2.
2)
Handlar, sum bert ella saman við vøru, nevnd í nr. 1, selja brennievni til motorakfør umframt aðrar vørur við tilknýti til motorakfør, og hvørs søluøki ikki er størri enn 250m2 (bensinstøðir).
3)
Handlar, sum í mestan mun selja plantur, blómur, kransar o.l. umframt urtagarðsvøru.
4)
Handlar í framsýningarhølum o.l.
5)
Handlar á flogvølli.
6)
Apotek og handkeypssølur hjá apotekum.
7)
Sjálvsølur (automatir).

   Stk. 2. Handil, sum ikki eyðsýnt er minni enn 250 m², skal, fyri at koma undir nr. 1 ella nr. 2, kunna skjalprógva, at søluøkið ikki er størri enn 250 m², og skal hetta skjalprógv vera til skjals á staðnum.
   § 4. Brot á § 2 verður sektað við bót.
   Stk. 2. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu koma undir revsiábyrgd eftir ásetingunum í kapittul 5 í revsilógini.
   Stk. 3. Er brotið framt av landinum, eini kommunu ella einum kommunalum felagsskapi, kann landið, kommunan ella kommunali felagsskapurin verða sektað.
   § 5. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2005.
   Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 56 frá 8. mai 1991 um afturlatingartíðir fyri handlar, sum broytt við løgtingslóg nr. 34 frá 16. apríl 1996.
Tórshavn, 27. apríl 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 46/2004