S & K Felagið

Aðalfundurin 2008

Á aðalfundinum 16. februar 2008 takaði Jan Nielsen fyri seg. Fyri Jan Nielsen er Martin Dam Joensen valdur. Martin Dam Joensen er 40 ára gamal, og arbeiðir sum sølumaður hjá Smyril Line. Vit ynskja Martin Dam Joensen vælkomnan í nevndina og takka Jan Nielsen fyri tíðina hann hevur haft í nevndini.

Á aðalfundinum var samtykt, at broyta limagjaldið og lívstryggingargjaldið. Nú skal limagjaldið verða 2% tó maks 350 kr. um mánaðin og lívstryggingargjaldið skal somuleiðis verða 2% tó maks 350 kr. um mánaðin. Hettar kemur í gildið frá 1. mai 2008. S & K felagið sendur skriv til allar arbeiðsgevarnar um hesa broyting og boðar eisini FAG um hesa broyting.

Á aðalfundinum var eisini kunna um limagjaldið hjá lærlingum. At tað ikki longur er 2% av lønini, men eitt fast krónutal á 60 kr. um mánaðin og eisini sama gjald á 60 kr. í lívstryggingargjaldið.

 

Her bjoðar Pætur Niclasen Martin Dam Joensen vælkomnan í nendina hjá S&K felagnum.
 

Pætur Niclasen takkar Jan Nielsen fyri hansara tíð í nevndini hjá S&K felgnum.