S & K Felagið

Aðalfundur felagsins verður 16.02.08 kl. 19:00

Aðalfundur felagsins verður leygarkvøldið 16. februar 2008 kl. 19:00 í hølum felagsins, Traðarvegur 20 í Havn.

Dagsskrá sambart lógum felagsins.

1. Frásøgn formansins frá farna árið
2. Roknskapur til góðkenningar
3. Val av nevndarlimum og tveimum tiltakslimum.
4. Val av formanni.
5. Innkomin uppskot.
6. Ymiskt.

Nøkur uppskot eru innkomin um lógarbroytingar eins og uppskot um broyting av lima- og lívstryggingargjaldinum.

Nevndin í S & K felagnum hevur gjørt reglugerðir fyri lívstryggingargrunnin og lokaupphæddsgrunnin og hesar skulu góðkennast av aðalfundinum.

Eru ynski um lógarbroyting, skulu hesi uppskot verða felagnum í hendi innan. 1. januar annars skulu uppskot til aðalfundin verða felagnum í hendi 14 dagar innan aðalfundin.

Eftir aðalfundin bjóðar felagið ábit.